Tøkur til landsliðið

- Eg eri sjálvandi altíð til reiðar at umboða Føroyar, og kropsliga eri eg aftur førur fyri tí - meira enn so, staðfestir Julian Johnsson, sum eigur avgerandi leiklut í frálíku gongdini hjá FC Svendborg seinnu árini

Fótbóltur

 

Hann gav seg altíð fult út. Um tað so var á Svangaskarði, í Gundadali ella í gamla Jugoslavia. Hann treiskaðist og stríddist eftir bóltinum í samfullar 90 minuttir. Líkamikið, hvørjir mótstøðumenninir vóru. Men brádliga endaði alt.

Við eini bókaútgávu á jólum í 2006 staðfesti Julian Johnsson, at hann gavst í føroyskum fótbólti og á landsliðnum. Ein álvarsamur skaði í knænum helt honum uttanfyri í longri tíð, og hann flutti til Danmarkar. Men hann var ikki leingi burtur frá fótbóltsvøllinum, og í dag eigur hann avgerandi leiklut í stóru menningini í felagnum FC Svendborg seinnu árini.

 

Klárur til landsliðið

Julian Johnsson hevur ikki verið á landsliðnum, síðan føroyska landsliðið í september 2006 tapti 0-6 á útivølli móti Skotlandi. Hóast stríðshugaði miðvallarin ikki hevur spælt fótbólt á serliga høgum støði øll árini síðan, er hann aftur førur fyri umboða føroyska landsliðið.

- Eg eri sjálvandi altíð til reiðar at umboða Føroyar, og kropsliga eri eg aftur førur fyri tí – meira enn so, sigur Julian Johnsson.

33 ára gamli miðvallarin hevur í alt spælt 62 landsdystir og skotið fýra mál fyri føroyska landsliðið.

 

Hava góðar vónir

Tað hevur gingið skjótt fyri seg í FC Svendborg seinnu árini. Felagið – sum skifti navn í fjørsummar – vann sær fyri mánaðum síðan pláss í triðbestu deildini, og strembar nú eftir at sleppa upp millum tey bestu í Danmark. Og tað gongur væl. FC Svendborg liggur í løtuni á sjeynda plássinum, bara fimm stig frá play-off plássunum.

- Ætlanin var at fáa SFB, sum liðið kallaðist tá, upp úr Danmkarsseriuni, og at menna eitt felag við potentiali. Tað hevur riggað væl, og nú hava vit DBU-sáttmálar, og til lokaluppgerðina móti FC Fyn herfyri vóru fleiri enn 2.000 áskoðarar, greiðir Julian Johnsson frá, sum er liðskipari og ein av undangongumonnunum á liðnum.

Hvussu eru vónirnar fyri uppflyting?

- Í byrjanini av kappingarárinum hugsaðu vit mest um at varðveita sætið í deildini. Men tað vísti seg, at vit liggja væl fyri í stríðnum um uppflyting í næstbestu deildina, hóast hetta er fyrsta árið hjá okkum í 2. division Vest. FC Fyn fer allarhelst at flyta beinleiðis upp, tí har eru fleiri fulltíðaryrkisleikarar. Tað verður eisini avgerandi, at eykaliðini hjá AaB, OB og Esbjerg ikki hava ov nógvar superligu-reservur, tá vit skulu spæla móti teimum. Vit hava í øllum førum góðar vónir, sigur stríðsmaðurin í Svendborg.

Julian Johnsson gongur í løtuni á sættu lestrarhálvu á Skårup Seminarium, og í komandi ári verður hann eftir ætlan útbúgvin lærari.

 

Onnur tilboð

Langlimaði miðvallarin hevur av álvara gjørt vart við seg í donskum fótbólti. Síðan uppflytingina í summar hava fleiri feløg sýnt honum áhuga, har Todi Jónsson eisini fegin vildi sæð fyrrverandi liðfelagan á landsliðnum á sínum liði.

- Eg havi fingið ítøkiligt tilboð frá Lolland Falster Alliancen, og FC Amager hevur eisini sýnt mær áhuga. Eg eri tó á DBU-sáttmála, og leiðslan í FC Svendborg vildu ikki sleppa mær. Eg havi fingið tilboð at leingja sáttmálan her við einum ári, men havi valt at bíða við at svara. Tað eru sera freistandi ítróttarliga at royna seg í Viasatdeildini (næstbesta deildin, blðm.), um vit klára at flyta upp. So í løtuni er framtíðin ógreið, sigur Julian Johnsson.

 

 

 

Fakta:

 

Navn: Julian Schantz Johnsson

Føddur: 24. februar, 1975

Felag: FC Svendborg

Pláss: Miðvøllur

Fyrrverandi feløg: Daugård IF, HB, B36, Kongsvinger IL, Sogndal IL, Hull City, IA Akranes og B68

Landsdystir: 62 dystir og fýra mál