Fótbóltstos
Eftir fýra ár á landsliðsbeinkinum var Jens Martin Knudsen aftur at síggja millum stengurnar, tá Føroyar spældu móti Skotlandi.
Hetta merkti eisini, at Jens Martin fekk løn fyri tolsemið, sum hann hevur sýnt, tí hann hevur alla tíðina verið tøkur á landsliðnum í eini støðu, har aðrir leikarar kanska høvdu sagt, at kann eg ikki vera millum teir fyrstu, so gevist eg. Sjálvur viðgongur Jens Martin eisini, at hann hevur hugsað hendan tankan, men at ein uppsøgn kortini ongan tíð gjørdist aktuel.
- Tað sigur seg sjálvt, at tú hevur verið fyrsta val í langa tíð, so gjørt tú tær nakrar tankar, tá tú brádliga verður settur á beinkin. Tað gjørdi eg eisini, men eg kom til ta niðurstøðu, at skuldi eg framhaldandi kunna motivera meg til at geva meg fult út til hvønn dyst, so var tað ov lítið, um eg bara hevði heimligu kappingina at hugsa um, og síðani eg tók ta avgerðina, so hevur tað ongan tíð verið aktuelt hjá mær at siga landsliðnum farvæl.
Nær fekst tú so at vita, at tú skuldi vera maðurin millum stengurnar?
- Tað var ikki fyrr enn eftir seinastu venjingina fríggjadagin. Hósdagin helt eg annars, at teir skuldu taka støðu, men teir hava helst ivast nakað nógv, tí vit fingu so eingi boð. Tað høvdu vit heldur ikki fingið fríggjadagin, men tá var somikið stutt til dystin, at teir vóru noyddir at taka eina støðu, og so fall valið á meg. Kanska hevur tað havt ávirkan, at Jákup nú er á beinkinum hjá Molde, meðan vit í NSÍ eru á odda í heimligu kappingini, men í øllum førum ivaðust teir leingi.
Friðarligt
Um sjálvan dystin má sigast, at hetta mundi vera ein av teimum heldur friðarligaru hjá Jens Martini í føroyska málinum, og burtur sæð frá báðum málunum, var tað sera sjáldan, at nakað veruligt trýst var á málverjanum.
- Eg hevði so avgjørt roknað við at komið undir størri trýst, men vit spældu ein sera góðan dyst, har vit fyri tað mesta steðga teimum, áðrenn bóltarnir kunnu sendast, og tað skal alt liðið hava rós fyri.
- Málini bæði fekk eg sum so einki gjørt við. Hatta fyrsta veit eg slettis ikki, hvussu tað kom, og í tí seinna má eg bara satsa og fara út. Ein líknandi støða var í fyrra hálvleiki, har tað spælir væl av, tá Jón Rói fær ruddað burtur, men soleiðis er tað. Tú mást satsa, og onkuntíð hepnast tað betri enn aðrar tíðir.
Yvir høvur má annars sigast, at Jens Martin við hesum dystinum vísti, at hann væl kann vera fremsta valið millum stengurnar aftur framyvir, men sjálvur var runavíkingurin sera varin við at gera nakra staðfesting í so máta.
- Tað tori eg ikki at siga nakað um. Jákup er sera væl fyri, og tað er ein mánaður til komandi dystin. Hesa ferð ivaðust teir til tað allar seinasta, so eg takið í øllum førum ikki nakað fyri givið, sigur Jens Martin Knudsen at enda.