Realkreditstovnurin játtaði var til nýggja Christian í Grótinum. Tað lánið var uppá 30 milliónir krónur. Harafturat hevur Realkreditstovnurin eina umsókn um fígging liggjandi, sum ikki var endaliga viðgjørd við [...] fiskivinnu er ikki nøkur loyna. Tað er heldur ikki nøkur loyna at føroyski skipaflotin bara eldist ár undan ári. Fyrsti nýbygningurin í tíggju ár kom til Føroya í fjør og tað var einasta umsókn um nýfígging [...] roknskaparlok 1997 var hetta tal fallið til sjey. Samlaða upphæddin í eftirstøðu er tó vaksin við næstan 25%. Tá roknskaparárið 1996 endaði var eftirstøðan 4 mió, meðan hon í 1997 var knappar 5 mió. krónur
Eg skilji ikki, hvussu maðurin arbeiðir. Viðhvørt er so lítið skil í, at eg má spyrja, hvar logikkurin er. Tað gekk ikki meiri enn ein mánaði áðrenn tann fyrsti samanbresturin kom ímillum av oddamonnum [...] parti av summarútróðrinum. Heini O. Heinesen sigur, at hann hugsar serliga um útróðurin eftir hvítingi og hýsu, sum plagar at vera um summarið. Hann sigur, at hann hevur tosað við trolmenn og teir siga, at [...] troli heilt inn á seks fjórðingar, var óneyðugt at fara longuri nn enn á níggju fjórðingar, tí innari er ongin flatfiskur kortini. Trolmenn hava eisini sagt mær, at tað var óneyðugt at lata summi øki upp
Nei, eg haldi ikki, at stýringin er óskipað og tilvildarlig. Tað er bara tað, at viðhvørt má eg skera ígjøgnum tí tað ber ikki til at gera øll tilpass. John Petersen, fiskimálaráðharri er ikki samdur við [...] vistu, at vit fóru at halda fast um hesa skipanina í ár. Hann dugir ikki at síggja, at trolingin á landleiðini fer at oyðileggja meiri fyri summarróðurin nú, enn hon hevur gjørt øll árini síðani í sj [...] at skulu vit friða fyri gýting, so skulu vit friða fyri øllum. Men hevði tað ikki verið ein fyrimunir fyri upsan, um tað var loyvt at fika tosk og hýsu á hesum leiðum við línu? Tað kann væl verða. Men
útgerðarhavn skuldi gerast í Danmark, var Esbjerg valt, tí tað nettup hevði teir fyrimunir, sum Drelnes eisini hevur. Sund ikki eins væl egnað Uppá fyrispurning um ikki eisini Sund er vælegnað til oljuút [...] longri, enn um siglt verður uppá Drelnes. Enn óvist Steen Hansen sigur, at av tí at ein enn ikki veit, nær oljuleitingin byrjar og hvørji feløg verða við, so ber ikki nú til at siga nakað ítøkiligt um virksemi [...] verður í fyrstu atløgu um at brúka verandi bryggju. Nakað skal asfalterast ol. Verður so farið í gongd av álvara, verður tað fyrst talan um at gera núverandi bryggjuna í stand. Hon er ikki nóg sterk til at taka
Suðuroynna. -Talan er um nakað so stórt og víttfevnandi, at sjálvt um Suðuroyggin stendur saman um hetta projektið, so er tað ov lítið kortini. Vit mugu hava allar Føroyar at standa saman um eina slíka verkætlan [...] avgerðarrætt í, hvar ein útgerðarstøð skal liggja. -Tí tað er ikki líka mikið, hvar hon liggur. Verður hon t.d. í miðstaðarøkinum, har hon sjálvandi kundi verið løgd, tí her eru nógvir facilitetir og tænastustovnar [...] n hevur ein fyrimun fram um miðstaðarøkið, tí hon liggur nærri leitiøkjunum og tí havnin er atkomilig allar dagar á árinum. Jóannes Eidesgaard heldur vit mugu ansa eftir ikki at leggja útgerðarhavnir á
tá ein triðingur var spældur av seinna hálvleiki. B36-málverjin fekk ikki hildið einum skoti, og Sunnfríð Nielsen var fyrst á leysa bóltinum, tá hann kom út í spæl aftur. Men gleðin var stokkut, tí B36 [...] NSÍ-verjuleikari rakti bóltin skeivt, so hann endaði í málinum. Tá fyrri hálvleikur var um at enda, økti Rakul Joensen, eftir at hon hevði fingið bóltin av einum NSÍ-leikara. Nú vóru tvey mál á muni, og hetta [...] sum Irdi Hansen skeyt eftir trunkaspæl. Men tað eydnaðist ikki heimaliðnum at fáa útjavnandi málið, hóast tað onkuntíð var nær við. Einu ferðina var bólturin í B36-málinum, men málið varð kolldømt fyri rangstøðu
Av tí at hvalvíkingar og streymnesbúgvar gjørdu meginpartin, fyri ikki at siga alt arbeiði, sjálvir, so var kostnaðurin fyri húsið ikki so ógvusligur. ? Vit leigaðu okkum eina forskalling og fyltu so í [...] sponsorar - eru ikki eins stórir í Sundalagnum og í Havn. Bátarnir eru gamlir - men sera góðir Sum nevnt aðrastaðni, so er Hvessingur farin um tey 21 árini. Báran er næstan líka gomul - hon kom árið eftir [...] væl við tí peningi sum kemur inn, sigur Petur Eikholm. ? Fyrr høvdu vit bygdastevnu eina ferð um árið, so tá var pengatilgongdin javnari, men vit fáa óiva meir burtur úr á henda hátt. Fólk taka undir við
uni var heldur ikki serliga eggjandi. Tær komu síðstar um mállinjuna. Í Runavík hendi tað óvæntaða, at Ørnin úr Sandavági fór við sigrinum og hon tók Koll og Svan við sær í oddin. Tann róðurin var sera [...] allan vegin og heldur ikki tá megnaði Sølmundur at gera nakað við hann. Men ikki tí, munurin millum bátarnar er ikki størri enn so, at hann kann takast innaftur. Skal Snopprikkur ikki fáa ov stóran fyrimun [...] stóran áhuga at vísa bygdafólki sínum, at tað sum hendi í Runavík, var eins »smuttari«. Eftir hvat skilst, so hava tær ikki lagt venjingina um, men hava vant á sama hátt, sum tær plaga - og líka hart. So er
verið ein sermerkt kvinna, ongantíð gavst hon á hondum hóast mótbyrð. Virkisfús var hon, og væl hevur hon dugað at siglt millum boðar og sker. Har hon var, var hon ljóskveikjarin. 19 ára gomul giftist Jancy [...] Jancy var 9 ára gomul, tá mamman doyði frá teimum, og 14 ára gomul fór hon at tæna hjá Frants í Fútastovu, Norðuroya sýslumanni. Har var hon í 2 ár og var hon fyrstu ferð í Havn saman við vertsfólkum sínum [...] Jancy og væl hevur hon dugað at hugna um. Nútíðin kennir Jancy sum ídan bridgespælara í Bridgefelagnum í Havn; tíðan var hon við í kappingum kring oyggjarnar, seinast vit hoyrdu um hana, var frá bridgekapping
eg sum tað besta og rættasta, at kommunur als ikki skuldu kunna brúkt læntan pening. Nógv best er um kommunan hinvegin heldur bara brúkti av yvirskotinum, hon fekk inn. Eg trúgvi hetta hevði borið væl til [...] Samanlegging ikki viðgjørd Kommunurnar í Sundalagnum eru vanar við samarbeiði, og tí skuldi tað ikki verið tann stóri trupulleikin við eini samanlegging skuldi ein trúð. ? Vit hava ikki viðgjørt spurningin [...] spurningin um samanlegging av kommunum í bygdaráðnum, og tí veit eg ikki, hvat vit gera. ? Sjálvur haldi eg kortini, at vit klára eins væl at gjalda skuldina aftur einsamallir, ella um vit eru vóru ein stór