At tað hevur verið stígur í føroyskari fiskivinnu er ikki nøkur loyna.
Tað er heldur ikki nøkur loyna at føroyski skipaflotin bara eldist ár undan ári.
Fyrsti nýbygningurin í tíggju ár kom til Føroya í fjør og tað var einasta umsókn um nýfígging, sum Realkreditstovnurin játtaði var til nýggja Christian í Grótinum.
Tað lánið var uppá 30 milliónir krónur.
Harafturat hevur Realkreditstovnurin eina umsókn um fígging liggjandi, sum ikki var endaliga viðgjørd við ársenda.
Realurin hevur eisini játtað tvey nýggj síðustillað lán í 1997 uppá íalt 2,4 mió. krónur.
Fimm lán uppá íalt 43,6 mió. krónur eru umfíggjað.
Men tað verður ikki bara givið út. Onkur er eisini sum hevur afturgoldið alla sína skuld til stovnin.
Í fjør vóru trý lán afturgoldin áðrenn tíðina.
Talið av lánum í eftirstøðu er eisini minkað.
Við roknskaparlok 1996 vóru ellivu lán í eftirstøðu, meðan tað við roknskaparlok 1997 var hetta tal fallið til sjey.
Samlaða upphæddin í eftirstøðu er tó vaksin við næstan 25%. Tá roknskaparárið 1996 endaði var eftirstøðan 4 mió, meðan hon í 1997 var knappar 5 mió. krónur.
Sæð í mun til samlaðu lánsupphæddina uppá 280 mió. krónur er henda upphædd ikki so stór, men hon sigur tó, at ikki allir partar av føroysku fiskivinnuni hava tað so gott, at teir kunnu svara hvørjum sítt.