Millum teirra, sum vóru við til avdúkingina av Drelnes-oljuverkætlanini í gjár, var eisini einasti tingmaðurin á Tvøroyri og fyri norðara part av Suðuroynni, Jóannes Eidesgaard.
Hann hevur so eisini annað tilknýti til umrøddu ætlan, og tað er sum býráðslimur á Tvøroyri. Jóannes Eidesgaard hevur verið býráðslimur í 18 ár og hevur fylgt málinum um Drelnes sum oljuhavn.
-Alt hetta ger, at eg sum politikari føli eina ávísa ábyrgd fyri hesum partinum av Suðuroynni, hóast eg sjálvandi eisini føli eina ábyrgd fyri allari oynni og harfyri eisini øllum landinum.
Allar Føroyar mugu standa saman
Jóannes Eidesgaard sigur, at ein slík verkætlan kann fáa ótrúligan týdning fyri Suðuroynna. -Talan er um nakað so stórt og víttfevnandi, at sjálvt um Suðuroyggin stendur saman um hetta projektið, so er tað ov lítið kortini. Vit mugu hava allar Føroyar at standa saman um eina slíka verkætlan, og eg vil nýta høvið til at heilsa henni vælkomnari.
Uppá fyrispurning um hann heldur, at vit politiskt skulu gera av, hvar oljuútgerðarhavnin skal liggja - skal her bert verða ein - sigur Jóannes Eidesgaard, at málið hevur ikki verið viðgjørt sum so, og sum formaður í einum flokki verður hann sjálvandi noyddur at viðgera tað saman við restini av flokkinum. Sjálvur hevur hann roynt at reist spurningin um eina útgerðarhavn í sambandi við ta politisku viðgerðina, sum hevur verið av oljulóggávuni, tvs. um løgtingið/landsstýrið skulu hava nakrar avgerðarrætt í, hvar ein útgerðarstøð skal liggja.
-Tí tað er ikki líka mikið, hvar hon liggur. Verður hon t.d. í miðstaðarøkinum, har hon sjálvandi kundi verið løgd, tí her eru nógvir facilitetir og tænastustovnar savnaðir, so vil tað fáa nakrar óhepnar avleiðingar fyri fólkasamansetingina í landinum. Tú vil fáa eina eina stóra sentralisering oman á ta sentralisering, sum er frammanundan.
Jóannes Eidesgaard sigur, at hetta er ein politiskur spurningur, sum ein má taka støðu til: um ein ynskir, at sentraliseringin skal forsterkast ella um ein roynir at uppviga hana við t.d. at leggja eina útgerðarstøð í einum útjaðara sum t.d. Suðuroynni.
-Persónliga haldi eg, at ein eigur at geva útjaðaranum livilíkindi, og tað er ein trupulleiki í dag. Tað er ov lítið, sum lokkar tað unga fólkið heimaftur eftir lokna útbúgving. Hetta hevði kunnað givið eitt uppsving hvat tí viðvíkur, fyri ikki at tosa um tann búskaparliga partin.
Hvat viðvíkur royndunum aðrastaðni, so vísir Jóannes Eidesgaard á, at hesin spurningurin varð viðgjørdur politiskt í Noregi á sinni, har tað varð sagt, at ein útgerðarhavn skal liggja á ávísum stað, tí hetta tænir ávísum endamálum.
Formaðurin í javnaðarflokkinum heldur tó ikki, at vit eiga at undirmeta, hvat oljufeløgini sjálvi ynskja. Tey arbeiða jú í sekundum, minuttum og krónum alla tíðina. Tað, sum hevur verið ført fram her, er, at Suðuroyggin hevur ein fyrimun fram um miðstaðarøkið, tí hon liggur nærri leitiøkjunum og tí havnin er atkomilig allar dagar á árinum.
Jóannes Eidesgaard heldur vit mugu ansa eftir ikki at leggja útgerðarhavnir á hvørjum tanga. -Vit eiga at læra av flakavirkjunum. Henda gongd má ikki endurtaka seg, og tí mugu vit gera upp við okkum sjálvi, hvat vit vilja. Fáa vit eina útgerðarhavn og hon skal liggja á Drelnesi, so skulu vit ikki hava fleiri aðrar.
Jóannes Eidesgaard sær fegin eina politiska viðgerð av hesum málinum, soleiðis at vit ikki koma at gera íløgur í fleiri útgerðarhavnir.
Politisk uppgáva
-Skal tað vera ein politiskur spurningur, hvar útgerðarhavnin skal liggja, ella skal tað vera vinnulívið sjálvt, sum finnur út av hesum?
-Eg haldi, at tað skal vera ein politisk uppgáva. Vit mugu stýra útviklinginum soleiðis, at vit út frá einum samfelags búskaparligum sjónarmiði gera tað skilabesta. Tað kann ikki vera nøkur meining í at byggja tríggjar útgerðarhavnir, og at ein yvirlivir og tvær fara á heysin.
-Býráðsformaðurin í Havn heldur, at politikararnir skulu halda seg burtur frá hesum. Vinnulívið skal sjálvt finna út av hesum!
-Eg haldi, at vit politiskt eiga at stýra hesi gongdini. Kann ein útgerðarhavn nøkta tørvin, so skal tað bert vera ein. Hvar hon so skal liggja, má koma til viðgerð eftir, at vit eru sannførd um tað.
Jóannes Eidesgaard viðgongur, at politikararnir hava kanska runnið undan hesum málinum, tí ein kann siga, at her er lokalpolitikkur uppi í. Hann heldur ikki, at nakar flokkur kemur at taka málið upp, men heldur, at tað kanska vildi verið sannlíkt, at landsstýrið bað løgtingið koma við einum úttalilsi um hetta málið.
-Kanska áttu vit at fingið eitt orðaskifti á tingi um málið, tá vit hava nokk av vitan um tað. Hóast málið nú verður eygleitt frá einum oljuvinkli, so heldur Jóannes Eidesgaard, at hetta málið so sanniliga eisini er eitt vinnumál.