Eg skilji ikki, hvussu maðurin arbeiðir. Viðhvørt er so lítið skil í, at eg má spyrja, hvar logikkurin er.
Tað gekk ikki meiri enn ein mánaði áðrenn tann fyrsti samanbresturin kom ímillum av oddamonnum í nýggju sjálvstýrissamgonguni.
Men ónøgdin snýr seg hvørki um bankamálið ella sjálvsstýrismál, ella onnur ³stórmál3.
Hesuferð er tað Heini O. Heinesen, formaður í vinnunevndini hjá løgtinginum, sum er ógvuliga misnøgdir við summi av teimum tiltøkum, sum John Petersen, Landsstyrismaður setir í verk.
Tað sær púra tilvildarligt út, soleiðis sum hann friðar leiðir og soleiðis sum hann letur aðrar leiðir upp fyri fiskiskapi.
Hetta luktar langan veg av, at hann og hansara umsiting ikki tosa við partarnar í fiskivinnuni, sum tiltøkini ávirka, áðrenn tey verða sett í verk, sigur Heini O. Heinesen
Og skilið er eisini hareftir, leggur formaðurin í fiskivinnunevndini afturat.
Púra óneyðugt
Hann nevnir t.d. eitt tað nýggjasta tiltakið hjá fiskivinnuumsitingini, sum er at at lata øki innanfyri 12 fjórðingar upp fyri troli.
Hetta hevur umsitingin gjørt, uttan geva gætur, at tað fer at beina fyri einum stórum parti av summarútróðrinum.
Heini O. Heinesen sigur, at hann hugsar serliga um útróðurin eftir hvítingi og hýsu, sum plagar at vera um summarið.
Hann sigur, at hann hevur tosað við trolmenn og teir siga, at á summum leiðum sum eru lætnar upp fyri troli heilt inn á seks fjórðingar, var óneyðugt at fara longuri nn enn á níggju fjórðingar, tí innari er ongin flatfiskur kortini.
Trolmenn hava eisini sagt mær, at tað var óneyðugt at lata summi øki upp fyri 1. juni, kortini eru tey latin upp 11. mai.
So hesi økini eru bara latin upp uppá gjøt.
Ábyrgdarleyst
Heini O. Heinesen nevnir eisini hvussu farið varð fram, táið gýtingarleiðir vórðu friðaðar í vár.
Tá varð eitt øki ímillum seks og 12 fjórðingar norður úr Mýlingi friðað fyri øllum reiðskapi, eisini fyri snellu
Hetta var eitt øki, sum fiskivinnunevndin tók burtur fyri einum tveimum árum síðani, tí hon helt tað vera ábyrgdarleyst at troka smábátar útum 12 fjórðingar, áðrenn teir kundu kasta í vártíðini.
Vit hildu eisini tað var óneyðugt at friða fyri snellu, tí teir dagar, tað var roynandi hjá smábátum fyri veður, kundu teljast á aðrari hondini.
Men vit skulu leggja okkum í geyma, at hetta øki, sum hevur verið friðað, eisini fyri snellu í alt vár, verður nú upplatið fyri fríari troling.
Langt úti
Í vár varð eisini Holið, sum er gýtingarleið hjá upsanum friðað fyri øllum reiðskapi, eisini línu.
Tá ið gýtingarleiðir hjá upsa verða friðaðar fyri línu má spyrjast, hvar logikkurin er, tí upsin tekur ikki línu.
Hinvegin er eisini nógvur toskur og hýsa at fáa.
Og tað hevði helst verið ein fyrimunur fyri gýtingini hjá upsanum at bátar høvdu kunnað fiska tosk og hýsu við línu á hesi leiðini.
At friða fyri línu eisini, kann bara vera fyri at toskurin skal sleppa at eta upsayngilin í friði og náðum, heldur formaðurin í fiskivinnuni.
Somuleiðis kundi trolast innanfyri Holið, og rundanum tað, ístaðin fyri at friða alt øki.
Gera útróðrinum fortreð
Heini O. Heinesen sigur, at útróðrarmenn hava minst líka nógv brúk fyri at gera eitt gott summar, sum trolmenninir hava.
Men eg haldi, at tey tiltøk, sum nú verða gjørd, er ein sniðfundigur máti at leggja útróðrinum forðingar í vegin, sigur Heini O. Heinesen.
Tað er t.d. ongin meining í at lata øki, sum hava verið friðað, upp at verða trolað upp og niður í alt summar
Eg haldi ikki, at tað kann vera meiningin við teirri politisku stýringini, at hon skal beina fyri einum parti av flotanum, sum í hesum føri er tann veikasti parturin
Tosa meiri
Heini O. Heinesen sigur, at hetta er bara nøkur dømi um, hvussu tilvildarlig stýringin av fiskivinnuni er.
Eg fari tí at mæla landsstýrismanninum í fiskivinnumálum til at gera meiri burturúr at tosa við partarnar í í fiskivinnuni, áðrenn tiltøk verða sett í verk.
Tey tiltøk, sum verða sett í verk, eiga at verða løgd fyri tey, sum verða rakt av teimum.
Tað er í hvussu so er tann mannagongd, eg, sum formaður í vinnunevndini fari at mæla landsstýrismanninum við, sigur Heini O. Heinesen.
Eg haldi, at allir reiðskapir skulu vera á grunninum. Men eg haldi, at vit eiga at gera meiri burturúr at verja tann veika reiðskapin.
Hann sigur, at vinnunevndin fær lítið og onki gjørt við hetta enn.
Vinnunevndin fær ikki reist mál sum so. Men táið tingið er saman, kann nevndin, ella limir í nevndini, sjálvandi reisa mál í tinginum.
Men tingið kemur ikki saman aftur fyrrenn á Ólavsøku.
Og tey flestu økini verða stongd aftur 11. august. So tá er ov seint at gera nakað við hetta - hesuferð, sigur formaðurin í vinnunevndini.