Jancy var 9 ára gomul, tá mamman doyði frá teimum, og 14 ára gomul fór hon at tæna hjá Frants í Fútastovu, Norðuroya sýslumanni. Har var hon í 2 ár og var hon fyrstu ferð í Havn saman við vertsfólkum sínum á Ólavsøku 17 ára gomul. Stutt eftir fer hon til Havnar at tæna og fyrsta pláss hennara er hjá Sunnvu á Morkranesi, seinni gongsgenta á sjúkrahúsinum og síðan hjá Dennu Mohr, har hon eisini lærdi at seyma. Í 1932 giftast Jancy og Johan Mouritsen. Johan var sonur Mariu í Rættará og Dia í Barnastovu í Havn. Í hjúnarlagnum hjá Jancy og Johan vóru børnini 6, 4 dreingir og genturnar 2. Johan gjørdist sjúkur longu í góðum árum og vann ongantíð heilsuna rættuliga aftur, hann doyði 64 ára gamal 21. oktober 1976. Sonin Petur mistu tey sum lítlan í 1951, í 1993 doyði Fróði 58 ára gamal.
Jancy hevur verið ein sermerkt kvinna, ongantíð gavst hon á hondum hóast mótbyrð. Virkisfús var hon, og væl hevur hon dugað at siglt millum boðar og sker. Har hon var, var hon ljóskveikjarin.
19 ára gomul giftist Jancy inn hjá vermóður síni. Uppi á Fossi róptu tey støðið, har húsini stóðu. Veruliga var fossurin í Rættará ein hin vakrasti fossur, ótrúligt at hann varð burtursprongdur. Grótið varð brúkt til fabrikkina hjá Østrøm. Nú á døgum hevði tíllík umhvørvisskandala verið púra óhugsandi.
Jancy hevur at siga búð undir somu lon øll hesi árini síðani 1932. Upprunaligu húsini vórðu tikin niður undir krígnum, vegurin breiðkaður, brúgvin um fossin somuleiðis.
Í 30?unum hevði Jancy handil, onkur minnist óivað páskareggini. Í 1969 lat Jancy upp handil við barnaklæðum og var hann í familjuni til 1982, tað var har blómuhandilin Árstíðirnar nú heldur til.
Í 1947 fór Johan til Íslands at arbeiða í byggivinnuni og seinni eisini Jancy, tey virkaðu í Reykjavík í 2 ár.
Í 1953 bygdi Johan kiosk við Sjónleikarhúsið, og har høvdu tey kiosk til miðskeiðis í 70?unum.
Blíðskapðurin hevur altíð verið stórur hjá Jancy og væl hevur hon dugað at hugna um. Nútíðin kennir Jancy sum ídan bridgespælara í Bridgefelagnum í Havn; tíðan var hon við í kappingum kring oyggjarnar, seinast vit hoyrdu um hana, var frá bridgekapping í januar í ár.
Á 85 ára degnum er Jancy undir sjúkuviðgerð og er tí ikki við hús henda stóra dag.
Men hon fegnast um tær mongu góðu løturnar, hon hevur havt, og enn er hon hin sama fróða Jancy í orð og tal. Mest gleðir tað hana at vera hjá sínum - ommubørnini eru eygnasteinar hennara, 28 í tali, 14 ommubørn og 14 langommubørn.
Tillukku og øll góðynski á 85 ára føðingardegnum
jl.