stjórnarráðið, sum í desember í fjør ásetti, hvussu rættarmálið skal skipast. Amerikanska tíðindastovan AP skrivaði í gjár, at tað var ein serlig nevnd hjá stjórnarráðnum, sum gjørdi av, hvør skal ákæra, og hvør [...] síðani. Formaður í INC er Ahmed Chalabi, og ovasti dómarin í Saddam-málinum er systkinabarn hansara, Salem Chalabi, sum hevur amerikanska løgfrøðiútbúgving. Í Irak verður ikki hildið, at rættarmálið ímóti Saddam [...] forsetan. Síðani Saddam Hussein varð tikin í einari holu í desember, hevur hann verið til avhoyringar. Kemur hann fyri rættin, kann hann verða skuldsettur fyri brot á altjóða lóg um fólkadráp, brotsverk
sambært §44, stk. 1 í lógini um vinnurekandi grunnar, um so er, at grunnurin hevur staðfest tap orsakað av vánaligu umsitingini av grunninum.” Felags fyri allar parts-niðurstøðurnar í granskingini er tó [...] hevur við sær, at tað ikki er møguligt at kanna nærri, um vánaliga umsitingin hevur elvt til tap hjá grunninum. Skal endurgjaldskrav reisast, er fremsta kravið, at eitt tap skal staðfestast. Tað hevur [...] hevur eftir øllum at døma ikki borið til at útvega játtan, soleiðis at granskingararbeiðið kann gerast liðugt, og tí fær Eyðfinnur Jacobsen, sum er biðin um at gera granskinina, ikki staðfest eina møguliga
sum eru í kommununi, og tey skipini, sum liggja í teimum kommunalu havnunum, skulu lúka tær ásettu treytirnar. Felagið Heimafriður undrast á, hvussu hetta hongur saman, tá ið tað so klárt stendur í kunngerðini [...] sum kommunan eigur í. Felagið spyr, hvussu ein, sum rekur eitt virki kann hava eftirlit við sær sjálvum. Hetta ber snøgt sagt ikki til, sambært reglunum um gegni (habilitet). Fyri at fáa greiðu á hesum [...] iki. Heimafriður hevur tí sett sær fyri, at fáa eina løgfrøðiliga meting av málinum. Felagið Heimafriður hevur viðgjørt spurningin um, hvør er eftirlitsmyndugleiki í sambandi við, at skip liggja við bryggju
til at leggja málið fyri mannarættindadómstólin í Strasbourg. Enn hevur landsstýrið ikki játtað peningin, og nú hevur tað skund. Christian Harlang sigur við grønlendska útvarpið, at skal mannarættindadómstólurin [...] stólurin viðgera málið, skal tað lætast dómstólinum í seinasta lagi tann 28. mai. Annars fer Thule-málið í søguna, sigur hann. Í Strasbourg ætlar sakførarin at leggja dent á tann partin av úrskurðinum [...] at leggja tað sonevnda Thule-málið fyri tann evropeiska mannarættindadómstólin. Tað ætlar sakførarin hjá felagnum, Christian Harlang, eisini. Thule-fólkini taptu málið í danska Hægstarætti, men Hans Enoksen
, veldst altíð um støðuna í samfelagnum. Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum. Í samgonguskjalinum stendur, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011. Men tað er skilligt [...] nógvar dýrar ætlanir í verk í hesum døgum, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum. Bæði hann og aðrir tingmenn vísti á týdningin av, at íløgurnar skapa so nógv arbeiði, sum tilber. Í hesum sambandi staðfesti [...] , politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, at tær íløgur, sum skapa minst virksemi, eru íløgur í tunlar og vegir. - Og tað er ikki rætt at sorla almenna forsorg sundur, bara fyri at sleppa at gera fleiri
Kracow lagt at har, fyri ikki at tosa um teir stóru saltdampararnar á sinni. Uppá fyrispurning um tað ikki er at taka munnin í so fullan at seta Norrønu inn í Suðuroyarsigling í 20 dagar fyri Smyril, sigur Óli [...] var við til kanningarnar í Suðri í vikuni, vil ikki gera nakra viðmerking í løtuni. Hann vísir til reiðaran. [...] Landsverkfrøðingsstovninum. -Norrøna sleppur bert at á Drelnesi í besta veðri og í flóð. Ein trupulleiki er eisini longdin av skipinum í mun til longdina á bryggjuni. Haraftrat er pullartskipanin eisini
Framvegis er ógreitt, nær Dúgvan kemur aftur í sigling, og Strandferðslan ætlar at brúka Smyril í siglingini í dag og í morgin. Stutt eftir klokkan 12.00 í gjár kom Smyril til Klaksvíkar, og hann skuldi [...] sleipast á Skála, har umvælingin skal gerast. Orsøkin til, at Dúgvan framvegis lá í Lorvík fyrrapartin í gjár, var, at menn royndu at tetta lekan sum frægast, fyri at skaðin ikki skuldi gerast størri, tá Tjaldri [...] Dúgvuna. Dúgvan skuldi í dokk í gjárkvøldið, og so skuldi skaðin kannast, og avgerð takast um umvælingina. - Tað er púra vist, at Dúgvan fer ikki aftur í sigling mikudagin, men vit vita ikki enn, nær skaðin er
Í løtuni eru Gilli Sørensen og AaB á venjingarlegu í Portugal. Í gjár var Gilli við í innanhýsis dysti millum tvey AaB lið. Tað endaði við javnleiki, og í brotssparkskappingini var tað Gilli Sørensen, [...] landsliðnum í Spania í døgunum 26. februar og til 6. mars. Sambært AaB heimasíðuni, so fegnast Gilli um úttøkuna, sum hann heldur ikki minst kemst av menningini, sum honum hevur verið fyri stutta skeiðið [...] februar skal spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti AGF, og at AaB 2. mars skal spæla landskappingardyst ímóti FC Vestsjælland. Um AaB venjarin, Kent Nielsen, ætlar at hava Gilla við í hesum báðum
Ternan er í sigling fyri jól - í ár. Støðan er ótolandi. Eldri fólk hætta sær ikki til lækna. Foreldur hava lítlan hug at loyva børnum sínum til musikkskúla og fimleik. Byggitilfar fæst bert í oynna týsdag [...] verða týsdag og hósdag, í mun til vanligu farmaskipanina mikudag og fríggjadag. Silja Star er góður bátur til ferðandi, ið eru væl fyri - og í góðum veðrið. Men at Silja Star skal vera álitið frá 13. august [...] inn í november? Nei! Hetta er ikki virðilig loysn! Minnist til barnavognar, rørslutarnað, og at Silja Star hevur ikki innilokað økið, har tú kann seta vøru frá tær. Smásøgur ganga, at Ternan skal á beding
línuskipini, Kambur og Stapin, liggja ovastir í veiðivirðið í ár, man línuskipið Klakkur í Klaksvík við einum veiðivirði á slakar 14,5 miljónir krónur liggja teimum í hølunum. Brøðurnir, Líggjas og Bethuel [...] fiskivinnu, í størri mun vita, hvar vit standa. Tað ber ikki til at reka vinnu, tá tú ikki upp á longri sikt kennur treytirnar. Líggjast Johannesen vísir á, at tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum [...] heild hevur verið vánaligur seinnu árini, er vit skerdir í dagatali, eins og oljan er vorðin 4-5 faldað í prísi. Í ár hava vit keypt olju fyri umleið 1,25 miljónir krónur, sum hjá einum línubáti er ein