Felagsskapurin hjá Thule-fólkinum, Hingitaq 53, ætlar sær at leggja tað sonevnda Thule-málið fyri tann evropeiska mannarættindadómstólin. Tað ætlar sakførarin hjá felagnum, Christian Harlang, eisini.
Thule-fólkini taptu málið í danska Hægstarætti, men Hans Enoksen, landsstýrisformaður, hevur sagt, at landsstýrið er sinnað at útvega Hingitaq 53 pening til at leggja málið fyri mannarættindadómstólin í Strasbourg. Enn hevur landsstýrið ikki játtað peningin, og nú hevur tað skund. Christian Harlang sigur við grønlendska útvarpið, at skal mannarættindadómstólurin viðgera málið, skal tað lætast dómstólinum í seinasta lagi tann 28. mai. Annars fer Thule-málið í søguna, sigur hann.
Í Strasbourg ætlar sakførarin at leggja dent á tann partin av úrskurðinum hjá Hæøgstarætti, sum sigur, at teir donsku myndugleikarnir høvdu rætt til at geva grønlendingum øðrvísi viðferð enn dønum.
? Hendan munin vilja vit ikki góðtaka, og hann skal mannarættindadómstólurin taka støðu til, sigur Christian Harlang við KNR.