Góðu tit á Strandferðsluni! Vit hava nú í longri tíð hoyrt lýsingar um Smyril og eisini frætt um Teistan. Men eg sakni greitt útspæl um Ternuna!
Á fundi í Nólsoy varð lovað okkum, at SSL arbeiddi við eini virðiligari loysn, at ferðandi um Nólsoyarfjørð eisini skuldu kenna seg trygg. Men støðan eftir ovastevnu hevur verið okkum ótolandi.
Eg loyvi mær at seta fram opnan fyrispurning: Kann SSL seta dagfesting á, nær eykaskipið Ternan aftur er í nøkulunda fastari sigling um Nólsoyarfjørð?
Ternan varð tikin úr sigling mánadagin eftir ovastevnu. Tað hevði beinanvegin trupulleikar við sær, tí SAM mátti setast inn at flyta tilfar inn aftur. Síðani vóru túrarnir til farm settir at verða týsdag og hósdag, í mun til vanligu farmaskipanina mikudag og fríggjadag.
Silja Star er góður bátur til ferðandi, ið eru væl fyri - og í góðum veðrið. Men at Silja Star skal vera álitið frá 13. august til vit nú eru komin væl inn í november?
Nei! Hetta er ikki virðilig loysn! Minnist til barnavognar, rørslutarnað, og at Silja Star hevur ikki innilokað økið, har tú kann seta vøru frá tær.
Smásøgur ganga, at Ternan skal á beding í eina viku eftir at Teistin røkir farleiðina um Skopunarfjørð. Men samstundis frættist eisini, at Ternan skal verða stuðulsskip hjá Teistanum fyrstu vikuna - um nú onkur skrúva slær frá aftur.
Kunning og upplýsing! Góðu tit á Strandferðsluni. Tá ið Dagur og vika ber tíðindi um Teistan, hevði tað verið hugaligt at frætt okkurt um Ternuna. Harafturat hevði tað verið hugaligt at sæð onkra dagføring á heimasíðu tykkara. Nøkur orð, ið geva okkum eina vón um at Ternan er í sigling fyri jól - í ár.
Støðan er ótolandi. Eldri fólk hætta sær ikki til lækna. Foreldur hava lítlan hug at loyva børnum sínum til musikkskúla og fimleik. Byggitilfar fæst bert í oynna týsdag og hósdag umleið kl. 11. Ruskbilarnir skulu umskipa sína ruddingarleið fyri at tillaga seg nær SAM áleið liggur í Nólsoy.
Vónandi verður greitt útspæl frá Strandferðsluni - í hesi vikuni.