Enntá staðfestir Eyðfinnur Jacobsen: “...er tað somuleiðis mín fatan, at nevndin áleggjast at rinda endurgjald sambært §44, stk. 1 í lógini um vinnurekandi grunnar, um so er, at grunnurin hevur staðfest tap orsakað av vánaligu umsitingini av grunninum.”
Felags fyri allar parts-niðurstøðurnar í granskingini er tó, tørvandi fígging hevur við sær, at tað ikki er møguligt at kanna nærri, um vánaliga umsitingin hevur elvt til tap hjá grunninum.
Skal endurgjaldskrav reisast, er fremsta kravið, at eitt tap skal staðfestast. Tað hevur eftir øllum at døma ikki borið til at útvega játtan, soleiðis at granskingararbeiðið kann gerast liðugt, og tí fær Eyðfinnur Jacobsen, sum er biðin um at gera granskinina, ikki staðfest eina møguliga endurgjaldsábyrgd. Tann spurningurin sleppur at hanga ósvaraður.
-mørk