Óvissa um Gilla og landsliðið

AaB skal spæla tveir dystir, meðan føroyska landsliðið verður á venjingarlegu

Í løtuni eru Gilli Sørensen og AaB á venjingarlegu í Portugal. Í gjár var Gilli við í innanhýsis dysti millum tvey AaB lið. Tað endaði við javnleiki, og í brotssparkskappingini var tað Gilli Sørensen, sum tryggjaði liðnum, sum hann var á, sigurin.

Gilli Sørensen og AaB hava frá FSF fingið boð um, at Lars Olsen, landsliðsvenjari, vil hava AaB spælaran við á venjingarleguna hjá  landsliðnum  í Spania í døgunum 26. februar og til 6. mars.

Sambært AaB heimasíðuni, so fegnast Gilli um úttøkuna, sum hann heldur ikki minst kemst av menningini, sum honum hevur verið fyri stutta skeiðið, ið hann hevur verið í Aalborg. Gilli Sørensen hevur ongantíð áður verið á a-landsliðnum.

Heimasíðan veit eisini at siga, at tað er óvist, um tað fer at bera til hjá Gilla at fara saman við landsliðnum til Spania, og um hann fer, um tað so fer at bera honum til at vera har niðri alla tíðina.

Óvissan kemst av, at AaB 26. februar skal spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini ímóti  AGF, og at AaB 2. mars skal spæla landskappingardyst ímóti FC Vestsjælland.

Um AaB venjarin, Kent Nielsen, ætlar at hava Gilla við í hesum báðum dystunum, so fer Gilli ikki á venjingarlegu við landsliðnum.

Mynd: aabsport.dk