Óvissa um rættarmálið ímóti Saddam Hussein

Sjey dómarar og fimm ákærar eru tilnevndir til rættarmálið ímóti fyrrverandi irakska forsetanum. Men tað er ivasamt, um rættarmálið yvirhøvur verður veruleiki

Nú er avgjørt, hvør skal døma fyrrverandi irakska forsetan, Saddam Hussein, og hvørjir ákærarnir verða. Men tað hevur vakt ans, at tað var ikki irakska stjórnarráðið, sum kunngjørdi nøvnini á dómarum og ákærum, sjálvt um tað var stjórnarráðið, sum í desember í fjør ásetti, hvussu rættarmálið skal skipast.
Amerikanska tíðindastovan AP skrivaði í gjár, at tað var ein serlig nevnd hjá stjórnarráðnum, sum gjørdi av, hvør skal ákæra, og hvør skal døma Saddam Hussein. Tað visti AP frá at siga frá einum talsmanni hjá Iraqi National Congress. Hetta er ein felagsskapur, sum varð stovnaður í 1992, og sum hevur verið fíggjaður úr USA síðani. Formaður í INC er Ahmed Chalabi, og ovasti dómarin í Saddam-málinum er systkinabarn hansara, Salem Chalabi, sum hevur amerikanska løgfrøðiútbúgving.
Í Irak verður ikki hildið, at rættarmálið ímóti Saddam Hussein byrjar hesumegin 30. juni, tá her-setingarvaldið eftir ætlanini skal lata einari irakskari stjórn valdið í landinum. Samstundis ivast fleiri í, at tann komandi stjórnin fer at góðtaka teir dómararnar, sum eru settir at døma fyrrverandi forsetan.
Síðani Saddam Hussein varð tikin í einari holu í desember, hevur hann verið til avhoyringar. Kemur hann fyri rættin, kann hann verða skuldsettur fyri brot á altjóða lóg um fólkadráp, brotsverk ímóti mannaættini og krígsbrotsverk.