Meðan línuskipini, Kambur og Stapin, liggja ovastir í veiðivirðið í ár, man línuskipið Klakkur í Klaksvík við einum veiðivirði á slakar 14,5 miljónir krónur liggja teimum í hølunum.
Brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, hava átt og rikið Klakk í fleiri ár, men í ár hava samráðingar verið við fiskavirkið Kósina um at keypa ein part av skipinum. Úrslitið er, at Kósin nú eigur 51% av partapeninginum, meðan brøðurnir eiga tey 49% eftir.
Óvissa um lagnu
Líggjas Johannesen sigur, at tað var óvissan við áhaldandi skerjingum av fiskidøgum og óvissan um lagnuna eftir 2018, sum førdu til, at teir gjørdu av av selja ein part av skipinum.
- Eg veit ikki. Tað hava verið løtur, tá vit hava sæð rættiliga svart upp á framtíðina í fiskivinnuni. Eitt er gongdin aftur og fram. Annað eru tey politisku inntrivini og signalini, har vit ár um ár missa fiskidagar – og síðan óvissan um, hvat fer at henda í 2018, tá rætturin til fiskiloyvini gongur út. Tá skýggini hava verið daprast, hava vit onkuntíð umhugsað at sloppið okkum burtur úr vinnuni, meðan rímiliga væl stóð til. Hetta var so ein møguleiki at selja ein part av skipinum.
Líggjas Johannesen sigur, at tá samráðingar yvir eina longri tíð hava verið við Kósina um at keypa part av skipinum, hava teir eisini lagt flestu lastirnar upp til virkið.
- Nú er við í avtaluni millum partarnar, at Klakkur skal landa til Kósina, um virkið kann geva kappingarføran prís. Meta vit, at fiskaprísurin er ov lágur, kann óheftur gera sína meting, so vit vita, hvar vit standa.
Hann leggur aftrat, at einki er broytt við rakstri ella manning annars.
- Nú vit hava fingið nýtt landsstýri, tykist tað, sum hugburðurin til fiskivinnuna er broyttur, og vit vóna, at nýggi landsstýrismaðurin, Jákup Mikkelsen, vil vera við til at skapa veiðiliðnum tryggari karmar, so vit, ið reka fiskivinnu, í størri mun vita, hvar vit standa. Tað ber ikki til at reka vinnu, tá tú ikki upp á longri sikt kennur treytirnar.
Líggjast Johannesen vísir á, at tað hevur verið sum at tosa fyri deyvum oyrum, tá roynt hevur verið at greiða myndugleikum frá, hvat er neyðugt fyri at kunna hava skiparakstur í Føroyum.
- Skulu menn gera seg klókar upp á veiðiliðið, er neyðugt, at teir kenna samanhangin í rakstrinum av einum skipi – ja, heilt frá botni av. Hinvegin eri eg onga løtu í iva um, at tað verða bankarnir, sum í seinasta enda koma at gera av, hvør sleppur at fiska – og hvør ikki sleppur, leggur hann aftat.
Strævnar skerjingar
Líggjas Johannesen vísir á, at Klakkur í hesum fiskiári eigur 147 fiskidagar, og tað merkir, at so skjótt farið er um 1. september, tá nýtt fiskiár byrjar, er neyðugt hjá teimum at hyggja eftir, hvussu dagarnir kunnu fáast at røkka – ella, hvussu teir kunnu fáa fatur á nøkrum døgum aftrat, so teir kunnu fiska tað mesta av árinum.
- Samstundis, sum fiskiskapurin hjá línuflotanum sum heild hevur verið vánaligur seinnu árini, er vit skerdir í dagatali, eins og oljan er vorðin 4-5 faldað í prísi. Í ár hava vit keypt olju fyri umleið 1,25 miljónir krónur, sum hjá einum línubáti er ein stórur partur av eini veiðivirði á slakar 14,5 miljónir krónur, sigur skiparin.
Brøðurnir, Líggjas og Bethuel Johannesen, skiftast um at føra línuskipið Klakk.