Óvissa um Lorvíksfjarðaleiðina

Dúgvan verður ikki klár at taka siglingina upp aftur í dag, og Strandferðslan fer tí at brúka Smyril um Lorvíksfjørð komandi dagarnar

Norðoyingar royna at klára seg sum frægast, meðan Dúgvan verður umvæld á Skipasmiðjuni á Skála.

Framvegis er ógreitt, nær Dúgvan kemur aftur í sigling, og Strandferðslan ætlar at brúka Smyril í siglingini í dag og í morgin.

Stutt eftir klokkan 12.00 í gjár kom Smyril til Klaksvíkar, og hann skuldi sigla tveir túrar millum Klaksvík og Fuglafjørð í gjár, umframt at ein túrur var millum Klaksvík og Havnina.

Hetta lat seg gera, tí Smyril vanliga liggur allan týsdagin í Havn, men mikudag siglir Smyril ein túr millum Havnina og Vág seinnapartin.

Strandferðslan avgjørdi í gjár at taka Smyril úr siglingin til Suðuroyar seinnapartin í dag, og ístaðin seta Smyril inn aftur í siglingina um Lorvíksfjørð.


Royndu at tetta

Seinnapartin í gjár skuldi Dúgvan sleipast á Skála, har umvælingin skal gerast.

Orsøkin til, at Dúgvan framvegis lá í Lorvík fyrrapartin í gjár, var, at menn royndu at tetta lekan sum frægast, fyri at skaðin ikki skuldi gerast størri, tá Tjaldri fór at sleipa Dúgvuna.

Dúgvan skuldi í dokk í gjárkvøldið, og so skuldi skaðin kannast, og avgerð takast um umvælingina.

- Tað er púra vist, at Dúgvan fer ikki aftur í sigling mikudagin, men vit vita ikki enn, nær skaðin er umvældur, segði Magnus Magnussen, tekniskur leiðari á Strandferðsluni, við Sosialin á middegi í gjár.


Aðrir bátar hava siglt

Í vánaliga veðrinum mánadagin kundi Strandferðslan einki skip seta í sigling um Lorvíksfjørð, eftir at hol var komið á Dúgvuna stutt fyri middag.

Tveir línubátar úr Klaksvík vóru ein túr um Lorvíksfjørð seinnapartin mánadagin, og fyrrpartin í gjár gjørdu bæði Barsskor og Alpha Pilot túrar um Lorvíksfjørð.

Smyril, sum vanliga liggur meginpartin av týsdegnum í Havn, skuldi seinnapartin í gjár gera tveir túrar millum Klaksvík og Fuglafjørð, og við ymsum skipum og bátum, skiftandi og broyttum tíðum royna norðoyingar og onnur, sum brúka farleiðina um Lorvíksfjørð, at klára seg sum frægast.