- Spurningurin um, nær farast kann undir Sandoyartunnilin, veldst altíð um støðuna í samfelagnum.
Tað staðfestir Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum.
Í samgonguskjalinum stendur, at farast skal undir Sandoyartunnilin í 2011.
Men tað er skilligt á politiska kjakinum seinastu dagarnar, at hetta skal takast við fyrivarni.
Í Løgtinginum mikudagin ávaraði Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum ímóti at Løgtingið samtykkir íløgur, sum fara at føra ovurstórar útreiðslur við sær tey næstu árini.
- Tað er ongin, sum kann spáa um tey næstu árini og tí skulu vit vera varin við at seta ov nógvar dýrar ætlanir í verk í hesum døgum, segði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum.
Bæði hann og aðrir tingmenn vísti á týdningin av, at íløgurnar skapa so nógv arbeiði, sum tilber.
Í hesum sambandi staðfesti John Johannessen, politiskur formaður í Javnaðarflokkinum, at tær íløgur, sum skapa minst virksemi, eru íløgur í tunlar og vegir.
- Og tað er ikki rætt at sorla almenna forsorg sundur, bara fyri at sleppa at gera fleiri tunlar, staðfesti hann og sipaði til sparingarnar á almannaøkinum, sum hava havt ringar avleiðingar.
Jóannes Eidesgaard legði dent á, at politiska skipanin kann ikki standa modell til, at “vit fýra hundraðtals milliónir av” til tunlar, vegir og havnir, samstundis sum grundraksturin í samfelagnum til eldrarøkt og onnur almannamál er spardur niður um tað, sum er virðiligt. Grundraksturin má vera á einum sømiligum støði, áðrenn vit hugsa um íløgur, staðfesti hann.
Fíggjarstøðan avgerandi
Annika Olsen, landsstýriskvinna í innlendismálum, staðfestir eisini, at tað verður altíð fíggjarliga gongdin í samfelagnum, sum vera avgerandi fyri, nær farast kann undir Sandoyartunnilin.
- Tað er ongin ivi um, at vit fara ikki undir nakað í óðum verkum. Ongin veit, hvussu tær næstu árini verða og tað verður altíð fíggjarstøðan í samfelagnum, sum verður avgerandi fyri, hvørjar íløgur, farið verður undir.
Les eisini greinina: Stovna nú partafelag at gera undirsjóvartunnil í Sandoy