barnið er 18 ár. Grundgevingarnar hjá Kristiani Magnussen fyri hesum eru, at ungdómnurin í dag gongur munandi longri í skúla og býr tíksil longri heima. Kristian Magnussen vísir á, at ?i dag er fólkaskúlalógin [...] skúlatilfarðsútreiðslur Ávís tíðarskeið í sjeyti, áttati og nítiárunum hevur t.d. borið til hjá ungdómi undir 18 ár at fingið lestrarstuðul, eisini meðan tey gingu í fólkaskúlanum. Sum orsøk til ikki longur [...] longur at veita lesandi á miðnámsstigi lestrarstuðul í nýggju lógini, ið kom í gildi á sumri 1999, varð sagt, at foreldur hava skyldu at forsyrgja børnum sínum til hesi fylla 18 ár. Kristian Magnussen heldur
við í kappingina. Tey 5000 hepnu, sum fáa fatur á einum atgongumerki, verða býtt út á tær 10 sendingarnar, sum verða sendar í heyst. Í teimum sendingunum skulu fólkini ígjøgnum ymsar royndir, og í hvørjari [...] skal á ferðina 100 kilometrar upp í loft og út í vektloysi sum fyrsti borgarin í danska kongaríkinum nakrantíð. Per Zachariasen hevur ábyrgdina Men sjálvt um fyrsti danin í rúmdini verður grønlendari, føroyingur [...] kilometrar upp í loft við hesum flogfari, og hann sleppur at uppliva vektloysi í nakrar minuttir, áðrenn leiðin aftur verður løgd heim. Fyrsti danin í rúmdini sleppur hvørki upp á mánan ella í ringrás kring
bók um Føroyingahavnina í Grønlandi, kom ikki verulig gongd á fyrr enn Lions Club í Vágum í august 1996 spurdi, um hann var hugaður at koma við eina ferð til Grønland. Felagið í Vágum hevði sett sær fyri [...] kið skeið í fiskivinnusøgu okkara. Eitt tíðarskeið, sum byrjaði, tá búskaparligu umstøðurnar í landinum vóru merktar av svárari kreppu í fimtiárunum. Illa bar til at fíggja nakað virksemi í Føroyum og [...] føroysku útróðrarmonnunum í Grønlandi, og Jógvan gjørdi ikki mætari enn at smekka til. ? Fimm útróðrarmenn og Svend Thulesen, sum hevði verið stjóri í Nordafar í eini fimm ár, vóru í ferðini við, og teir vistu
av eini vónleysari kapping um klóku høvdini í landinum, sum taka størv í tí privata og í grønlendsku umsitingini fram um almenn størv í Føroyum. Leiðarar í umsitingini og á almennum stovnum mugu ferð eftir [...] fer í mars mánaði til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði ? bara fyri grønlendarar og betri løn. ? Vit klára okkum heilt einfalt ikki í kappingini við tað privata og almennar umsitingar í øðrum [...] ómetaliga óheppin støða, vit eru í, men trupulleikin er tíverri ikki nýggjur. Vit hava livað við hesum trupulleika í fleiri ár, og bara síðani 1996 hava vit fingið nýggj fólk í øll størv, sigur hann. 14 fólk
seg í Føroyum, at verða í Grønlandi. Eitt hálvt ár verður væntandi brúkt til gransking í Kanada. ? Eg haldi, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu tað almenna virðir granskingina. Mín fatan er, at í Føroyum [...] starvast á Hagstovu Føroya, har hann serliga hevur fingist við tjóðarroknskap fyri Føroyar. Men í mars mánaði flytir hann til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði fyri Grønlands Statistik ? bara fyri [...] tað almenna virðir. Magni Laksafoss gevst 1. mars á Hagstovu Føroya, og hann væntar at byrja í nýggja starvinum í Grønlandi um hálvan mars mánaða.
fótbóltsvikur, tá A-landslið okkara í fótbólti enn einaferð skal royna seg í altjóða høpi. Hesu ferð stendur HM-undankappingin á skránni, og sum kunnugt komu Føroyar í bólk við Jugoslavia, Russland, Sweits [...] standa so ikki færri enn sjey altjóða landsdystir á skránni. Byrjað verður longu í mars mánaði, tá Føroyingar 24. og 28. í mánaðinum á útivølli skulu hitta Luxemburg og Russland. Tað má metast at vera sera [...] 3. september í ár, skulu taka móti slovenska landsliðnum. Enn er ikki greitt, hvørt hesin dysturin verður leiktur á Tórsvølli ella inni á Svangaskarði. Tveir aðrir dystir standa á skránni í ár, og verða
landsliðsboð aftur fyrrenn í fyrraárið. Í Estlandi sat hann allar 90 minuttirnar á beinkinum og hugdi at, tá liðfelagarnir taptu 5?0. 19. august 1998 fekk hann møguleikan í Bosnia, og síðani hevur Hans [...] gjørdi tað í dysti millum GÍ og B68. Brotið hevði við sær, at Hans Fróði ikki kom í ta venjingarstøðuna, sum skal til, um hann skal vísa síni góðu evni sum verjuspælari, og í 1997 spældi hann aftur í Leirvík [...] verið venjari í Leirvík, gav landsliðsvenjarin Hans Fróða Hansen, sum tá ikki var serliga kendur í føroyska fótbóltsheiminum, boð um at koma við niður til Beograd, har fyrsti dysturin í HM undankappingini
hevði hann komið upp á 21, tá Danmark fer at vitja 16. august hevði hann komið uppá 22, og í síðsta HM undankappingardystinum í ár, sum verður í Jugoslavia 11. oktober, hevði Pól spælt fyri 25. ferð á landsliðnum [...] Malta 30. apríl í 1997 hevur hann spælt allar ferðirnar. Hann er skrásettur fyri 19 landsdystir, og um alt var, sum tað átti at havt verið, so hevði hann í hesum árinum nátt 26 landsdystum. Í Spania hevði [...] at spæla á landsliðnum í ár. Orsøkin er reyða kortið, sum hann fekk í Prag, tá hann á tímaslagnum brast saman við Patrick Berger. UEFA sektaði føroyska spælaran við leikbanni í trimum undankappingardystum
royndum innan økið eru við í einum arbeiði. Kimberly hevur tí verið í Føroyum meginpartin av desember mánaði, og eftir at hon hon hevði verið heima og hildið jól, hevur nú verið við í fyrireikingunum seinastu [...] 101,0, var amerikanska Kimberly Asther. Í hálvt fjórða ár, hevur hon nú búleikast í Íslandi, har hon seinastu tíðina hevur knýtt at Íslendsku »Lindini«, og var tað í hesum sambandi, at hon nú var komin til [...] seinastu 10 dagarnar. Lítið er at ivast í, at royndir hennara eru komnar sera væl við hjá fyristøðufólkunum, og sjálv nevnir Kimberly telduskipanina, sum eitt av teimum økjum, har hon kundi geva sítt íkast
r og tað bjartskygni, sum er komið í kjalarvørrinum á teimum, fer eisini at hava ávirkan á virksemi á Atlantsmótinum í ár. Hetta er økið millum Hetland og Føroyar. Í seinastu útgávuni av Hart Deepwater [...] Hetta eru alt nøvn, sum føroyingar koma at hoyra meira til í framtíðini. Tá farið verður undir at bora á føroyska landgrunninum, møguliga í august ella september 2001, verða tað hesir tríggir, sum koma uppá [...] oljumyndugleikar hava í huganum. Herfyri segði stjórin í Oljumálastýrinum, at arbeitt verður við málinum, hvussu føroyingar skulu fyrihalda seg, um Greenpeace fer at seta forðingar í verk, tá oljuboring