Magni Laksafoss rýmir til Grønlands

? Tað almenna virðir hvørki vitan ella menning, sigur Magni Laksafoss, cand. polit, sum nú fer til Grønlands at starvast og útbúgva seg víðari

? Eg hevði eitt púra greitt val. Antin steðgaði eg upp í Føroyum, ella flutti eg til Grønlands fyri at koma víðari.

Hetta sigur Magni Laksafoss, sum er seinasta dømið um vælútbúgvið fólk, sum almennu Føroyar missa.

Hann hevur seinastu tvey árini starvast á Hagstovu Føroya, har hann serliga hevur fingist við tjóðarroknskap fyri Føroyar.

Men í mars mánaði flytir hann til Grønlands, har hann skal gera sama arbeiði fyri Grønlands Statistik ? bara fyri hægri løn og við betri møguleikum at útbúgva seg víðari.

? Eg kann ikki fáa tað lønina, sum eg haldi meg hava uppiborið, her í Føroyum, og harafturat vil fíggjarmálastýrið heldur ikki gjalda fyri eina doktararitgerð, sum eg ætli mær undir. Tað vilja grønlendarar, og tí kenni eg meg noyddan at rýma úr Føroyum, um eg skal koma víðari, sigur hann.


Virða ikki gransking

Næstu fýra árini væntar Magni Laksafoss, sum annars hevði búsett seg í Føroyum, at verða í Grønlandi. Eitt hálvt ár verður væntandi brúkt til gransking í Kanada.

? Eg haldi, at hetta sigur eitt sindur um, hvussu tað almenna virðir granskingina. Mín fatan er, at í Føroyum skal alt bara koyra sum vanligt, tað er ikki so týdningarmikið at fáa nýggja vitan ella at betra um nakað, sigur hann.

? Tað er óskiljandi, at samstundis sum vit standa og mangla ein tjóðarroknskap í Føroyum, verði eg noyddur at fara til Grønlands at gera sama arbeiði. Eg havi eina servitan á økinum, og hana haldi ikki, at tað almenna virðir.

Magni Laksafoss gevst 1. mars á Hagstovu Føroya, og hann væntar at byrja í nýggja starvinum í Grønlandi um hálvan mars mánaða.