Hann ásannar sjálvur, at tað svíður. Pól Thorsteinsson er 26 ára gamal, og síðani 2?1 sigurin niðri á Malta 30. apríl í 1997 hevur hann spælt allar ferðirnar. Hann er skrásettur fyri 19 landsdystir, og um alt var, sum tað átti at havt verið, so hevði hann í hesum árinum nátt 26 landsdystum. Í Spania hevði hann komið upp á 21, tá Danmark fer at vitja 16. august hevði hann komið uppá 22, og í síðsta HM undankappingardystinum í ár, sum verður í Jugoslavia 11. oktober, hevði Pól spælt fyri 25. ferð á landsliðnum.
Men nú bendir nógv á, at Pól Thorsteinsson als ikki fer at spæla á landsliðnum í ár. Orsøkin er reyða kortið, sum hann fekk í Prag, tá hann á tímaslagnum brast saman við Patrick Berger. UEFA sektaði føroyska spælaran við leikbanni í trimum undankappingardystum, og tað vil siga, at Pól Thorstseinsson sleppur ikki upp í part í HM undankappingini fyrr enn komandi ár.
Skilja hvønn annan
Pól Thorsteinsson dylir ikki, at hann er sera harmur um, at landsliðsárið tykist vera oyðilagt longu áðrenn fyrsti dysturin verður spældur:
? Næstsíðsta vikuskifti var eg á Svangaskarði og vandi. Tá tosaðu venjarin og eg um spurningin. Allan Simonsen hevði ikki tá tikið avgerð um, um hann ætlaði at biðja meg koma við til Spania ella ikki. Eg segði honum, at eg skilti væl, um hann gjørdi av ikki at taka meg við. Eg gangi í skúla eftir arbeiðstíð, so fyri mítt viðkomandi bilti tað ikki so nógv, um venjarin setti meg eftir í Føroyum. Tað hevur hann gjørt nú, og eg taki tað til eftirtektar, men eg harmist um, at eg ikki havi møguleika at verða við í undankappingardystunum í heyst, sigur Pól Thorsteinsson.
Í bíðistøðu
Tá Pól Thorsteinsson kom á landsliðið umboðaði hann VB, men tey bæði seinastu árini hevur hann spælt við B36. Vágbingar hava gjørt nógv fyri at fáa mista sonin suður aftur at hjálpa til, og tað hevur ljóðað, at Pól Thorsteinsson fer at spæla við VB í ár, men hetta vil spælarin ikki vátta:
? Eg havi ikki tikið endaliga støðu enn, men um eg fari at spæla aðra staðni enn í B36, so verður tað í VB. Um eg fari aftur til VB, so verður tað truplari við venjingini, enn tað hevur verið. Fyrimunurin verður, at tað fer at bera til at koma oftari suður at vitja. Hesi bæði árini, eg havi spælt í B36, hevur tað í fótbóltstíðini bara borið til at fara suður tey vikuskiftini, tá vit hava spælt í Suðuroy, so tað hevur ikki verið so ofta.










