Barnafrádrátt til barrnið er 18 ár

Kristian Magnussen, løgtingsmaður, fer í dag at leggja uppskot fyri tingið um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti, soleiðis, at foreldur fáa barnafrádrátt, til barnið er 18 ár

Sum er, verður barnafrádráttur veittur foreldum ella uppihaldarum til barnið er 16 ár. Hesin skattafrádráttur verður veittur fyri hvørr barnið, ið ikki er fylt sekstan ár í byrjani av tí álmanakkaári, sum skattur er ásettur fyri.

Uppskotið, sum Kristian Magnussen vegna Javnaðarflokkin leggur fram, leggur upp til, at hesin stuðul verður veittur til barnið er 18 ár.

Grundgevingarnar hjá Kristiani Magnussen fyri hesum eru, at ungdómnurin í dag gongur munandi longri í skúla og býr tíksil longri heima. Kristian Magnussen vísir á, at ?i dag er fólkaskúlalógin broytt soleiðis, at vit hava 9 ára kravda skúlagongd, og skipanin við útbúgvingarstuðli er broytt til, at ung undir 18 ár frá 1. august ár 2000 ikki longur fáa útbúgvingarstuðul, uttan mun til hvørjum stigi skúlagongdin er á. Frá miðnámsstigi verður tó møguligt at fáa avmarkaðan stuðul til skjalprógvaðar skúlatilfarðsútreiðslur Ávís tíðarskeið í sjeyti, áttati og nítiárunum hevur t.d. borið til hjá ungdómi undir 18 ár at fingið lestrarstuðul, eisini meðan tey gingu í fólkaskúlanum. Sum orsøk til ikki longur at veita lesandi á miðnámsstigi lestrarstuðul í nýggju lógini, ið kom í gildi á sumri 1999, varð sagt, at foreldur hava skyldu at forsyrgja børnum sínum til hesi fylla 18 ár.

Kristian Magnussen heldur sostætt, at nýggja útbúgvingarskipanin fer at økja um uppihaldsútreiðslurnar hjá foreldrum at 16 og 17 ára gomlum, sum ganga í skúla.

? Sum er, hava foreldur skyldu at forsyrgja børnum sínum, til hesi gerast 18 ár, og eigur barnafrádrátturin í skattinum tí eisini at vera galdandi, til børnini gerast 18, og tá skulu forsyrgja sær sjálvum, sigur Kristian Magnussen

Tingmaðurin vísir á, at allir flokkar á tingi nýta eitthvørt høvi, ið býðst, at sannføra veljaran um, at flokkar teirra raðfesta trivnaðin hjá familjunum ovarlaga. Nýggja lógin um útbúgvingarstuðul ger umstøðurnar hjá nógvum foreldrum verri, og heldur hann hetta neyvan vera í tráð við støðu flokkanna um at betra um trivnaðin og møguleikarnar hjá føroysku familjunum.