Hans Fróði hevur brotið óstbeinið

Óhepni landsliðsmiðverjin í Sogndal skal binda frið í minsta lagið í fýra vikur

Tað kom so illa við, sum tað kundi. Undir venjing í Sogndal í síðstu viku var landsliðsmaðurin Hans Fróði Hansen so óheppin, at óstbeinið brotnaði.

Teir vóru tveir, sum fóru upp eftir høgum bólti. Hans Fróði var so óheppin at detta niður á økslina, og hann merkti beinanvegin nógva pínu. Á sjúkrahúsinum varð staðfest, at tað var óstbeinið, sum var brotið. Í fyrsta umfarið hevur læknin sagt, at Hans Fróði skal einki gera í fýra vikur, frætta vit úr Noregi.

Tað er einki at siga til, at fótbóltslagið ikki er nakað serligt á føroyska verjuspælaranum í Sogndal. Umframt at hann var noyddur at siga landsliðstúrin til Spania frá sær, so hevur brotið við sær, at Hans Fróði við ringum tannabiti fer at hyggja at, meðan liðfelagarnir halda fram við at taka fyrsta tunga takið í fyrireikingunum til nýggja kappingarárið.

At ærukæri og miðvísi føroyski spælarin ikki sleppur upp í part, kann fara at hava árin á alt kappingarárið, og tað er sera spell fyri Sogndal, landsliðið og serliga Hans Fróða Hansen sjálvan, sum hevur lagt so ómetaliga nógv fyri í strembanini eftir at gerast fulltíðar yrkisspælari.

Dreymurin um at fáa møguleikan at liva av at spæla fótbólt í Bretlandi livir vónandi framvegis, men tað er sjálvsagt, at skaðasteðgurin ger, at tað verður meiri strevið, enn tað frammanundan hevur verið.


Brotið kostaði nógv

Hetta er ikki fyrsta ferðin, at óstbeinið hjá Hans Fróða Hansen brotnar. Í 1996 flutti leirvíkingurin úr barndómsfelagnum og til B68 at spæla. Ivaleyst eftir ráðum frá Jógvani Martin Olsen, sum tá var nýggjur hjálparvenjari hjá Allani Simonsen, og sum frammanundan hevði verið venjari í Leirvík, gav landsliðsvenjarin Hans Fróða Hansen, sum tá ikki var serliga kendur í føroyska fótbóltsheiminum, boð um at koma við niður til Beograd, har fyrsti dysturin í HM undankappingini varð spældur 24. apríl 1996 ímóti nýggja og tódnaða Jugoslavia.

Hans Fróði sat á beinkinum allar 90 minuttirnar, og hann fekk ikki landsliðsboð aftur fyrrenn í fyrraárið. Í Estlandi sat hann allar 90 minuttirnar á beinkinum og hugdi at, tá liðfelagarnir taptu 5?0. 19. august 1998 fekk hann møguleikan í Bosnia, og síðani hevur Hans Fróði verið fastur miðverji. Higartil hevur hann spælt ellivu landsdystir, og hann hevur skorað eitt mál ? til 1?1 móti Skotlandi á Svangaskarði í fjør.

Orsøkin til at tað gekk so long tíð frá tí, at Hans Fróði fyrstu ferð var á beinkinum og til hann aftur fekk landsliðsboð var fyrst og fremst, at óstbeinið brotnaði stutt eftir ferðina niður til Jugoslavia. Tað gjørdi tað í dysti millum GÍ og B68. Brotið hevði við sær, at Hans Fróði ikki kom í ta venjingarstøðuna, sum skal til, um hann skal vísa síni góðu evni sum verjuspælari, og í 1997 spældi hann aftur í Leirvík.

Í 1998, tá Hans Fróði flutti til HB, hevði hann vunnið á brotinum, og tað sást aftur í avrikunum á vøllinum, sum høvdu við sær, at hann aftur fekk landsliðsboð.

Tað er sama óstbeinið, sum brotnaði fyri knøppum fýra árum síðani, og sum nú brotnaði aftur, men tað er ikki brotið í sama staði.