Philbrow, formaður í Pedagogfelagnum. - Tað var meiningin, at vit skulu samráðast í dag, men tað varð útsett. Vit eru í eini bíðistøðu til vit fáa nærri boð, sigur Jógvan Philbrow. Áður hevur Føroya Pedagogfelag [...] fakfelag á almenna arbeiðsmarknaðinum, ið hevur gjørt nýggjan sáttmála við Fíggjarmálaráðið í heyst. Og nú tað røkist fyri, at Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ger eina avtalu við Fíggjarmálaráðið, leggur [...] enn einaferð dent á, at Pedagogfelagið tekur ikki útgangsstøði í sáttmálum hjá øðrum fakfeløgum. - Vit fara sjálvandi eftir okkara egnu avtalu. Men tað er tá klárt, at úrslitið av samráðingunum millum Felagið
málningin upp at hanga á deildini. - Vit fara at finna okkum eitt pláss á deildini. Vit eru ógvuliga glað fyri at hava fingið hesa gávu sum viðurkenning fyri tað arbeiði, vit gera fyri sjúklingar. - Mær dámar [...] Eg trúgvi, at vit kunnu hyggja leingi at málninginum og gerast ivaleyst ongantíð liðug at hyggja at honum. Hon segði seg fegnast um tað takksemi, sum gevarin hevði víst við hetta høvi, nú hann handaði deildini
løtuni eru í døpurhuga um framtíðina við felagsvirkseminum og teirri íløgu, tey hava gjørt í Saltangará. - Vit hava arbeitt hart, og vit hava trúð upp á tað arbeiði, vit gera, men í dag ivast vit í, um [...] hevur higartil eydnast. - Men vit vita ikki, hvat framtíðin býðir okkum, og nú vit fingu noktandi svar upp á stuðul, sum fellir innanfyri virksemið, ið lógin ásetir, eru vit bæði vónsvikin og í døpurhuga [...] í lógini. - Vit hava søkt um stuðul sambært løgtingslógini um umsorganararbeiði, sum er løgtingslóg nr. 46 frá 9. mai 2005, men hava fingið at vita, at vit kunnu ongan stuðul fáa. Áðrenn vit søktu, vendu
Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14? - Vit eru ótrúliga spent í Eiðis kommunu. Tað er ov lætt at siga, at hetta onga ávirkan kemur [...] ávirkan á Eiðis kommunu. Tær bygdirnar, sum vit í dag “kappast” við, eitt nú vestari armur á Skálafjørðinum, kemur at uppliva eina kolosala broyting, eitt nú fer húsaprísurin helst at hækka munandi. Tá [...] húsaprísum og einum veruligum samleika. Tískil vænti eg, at Eiðis kommuna kemur at skúma part av rómanum, nú tunnilin helst verður veruleiki. Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Spurdur
-Vit er øll bangin um Sissal, sigur fastirin, Nikolina Johannesen, sum hevur tætt samband við føroyska Big Brother luttakaran. Fyriskipararnir av realitysendingini hava boðað frá, at Big Brother-sendingarnar [...] sjónvarpið fer at framstilla Sissal, og hvussu fólk fara at uppfata hana eftir kappingina, men tað hava vit tosað nógv um, og Sissal er fullgreið yvir avleiðingarnar, ein slík kapping kann hava við sær, sigur [...] avvarðandi Vóni føroyingar stuðla henni Fastirin sigur, at hon er ómetaliga errin av Sissal, at hon er komin so langt, og hon vónar, at allir føroyingar fara at stuðla Sissal í Big Brother kappingini. Sjálv
og 2. jóladag verður okkurt ræst í ovninum. Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús? - Ja, eg keypi jólagávur, og nú eru allar komnar upp á pláss, sigur Jóna Sigmundardóttir. [...] broyta okkara jólatraditiónir, men vit fara sjálvandi at vera umhugsin og virða tilmælini. Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars? - Jólaaftan eta vit altíð skerpikjøt og heit eplir.
man er nøgdur við ein javnleik. Tapa vit tepurt, so kann tað vera vit eisini góðtaka tað, tí onkuntíð eru hini liðini bara betri. Onkursvegna er tað hugburðurin, vit royna at fáa inn, tí tað ber til. Um [...] savnaðist í dag til venjingarlegu á Tórsvølli, har fyrireikingarnar til EM-undankappingina nú eru farnar í gongd. Føroyar eru í bólki 7 saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki. Fyrsti [...] Askham er ikki longur í venjaratoyminum á U21-landsliðnum, og í hansara stað er Eli Hentze komin. Hann stendur nú á odda fyri liðnum saman við Bill McLeod Jacobsen, sum heldur fram. - Hetta verður spennandi
Hansen, og hann sigur, at umstøðurnar eru broyttar, nú korona-kreppan ger um seg, men í fyritøkuni royna tey at fáa tingini at bera til sum best. - Vit hava virkini, og vit hava skipini, og hóast virkið í [...] svartkalva eisini fer til Fraklands. - Vit ætla okkum ikki at gevast á hendur, men vit kenna sjálvsagt ikki framtíðina. So leingi, sum vit kunnu fiska og arbeiða, fara vit at gera tað, sigur útgerðarmaðurin [...] pørunum vanliga fiska upsa, og síðan hevur triðja parið fiskað onnur fiskasløg, eitt nú kongafisk - og nú svartkalva. Tað eru serliga tey fiskasløg, sum felagið plagdi at selja fesk, ið illa gongur at sleppa
vísir familjan á, at orð eru fátøk, og at einki er meiningsleysari enn tað, sum hendi henda feigdardag. Eftir sita Martha og Julia, foreldur, systir og familjan annars, sum nú skulu royna at finna út av [...] Lat okkum sláa ein ring um Marthu og Juliu og geva teimum allan okkara kærleika og stuðul, sum vit megna. Vit fara at sakna Kim og Benjamin hvønn einasta dag, siga tey m.a. í hjartanemandi minningarorðunum
m fyri eyga.. Í fjør spældu vit landsdyst móti íslendingum og vit vóru eisini við í eini kapping í Danmark. Tað gav okkum eina rúgvu at arbeiða víðari við, og tað hava vit gjørt líka síðani, sigur Klæmint [...] seinast er Rhodos komin við, og hóast hann ikki kennir nakað til flogbólt á Rhodos, so veit hann so mikið sum at grikskur flogbóltur er høgt í metum. ? Men vit vita einki um Rhodos. Teir eru endaðir í okkara [...] vónar Klæmint Isaksen, at tað fyrireikingararbeiðið, sum nú er gjørt, er nóg mikið til, at Føroyar aftur fær heiðursmerki á oyggjaleikunum. ? Vit hava vant sera miðvíst í umleið hálvtannað ár, og tað hevur