Føroyska U21-landsliðið savnaðist í dag til venjingarlegu á Tórsvølli, har fyrireikingarnar til EM-undankappingina nú eru farnar í gongd. Føroyar eru í bólki 7 saman við Týsklandi, Russlandi, Finnlandi, Aserbaijan og Eysturríki. Fyrsti dystur verður á heimavølli 15. juni ímóti Aserbaijan.
Við til fyrstu venjingina vóru 29 spælarar - 24 útispælarar og fimm málverjar. Magnus Egilsson, Rasmus Dan Sørensen, Petur Andreassen og John D. Guðjónsson verða av ymsum orsøkum ikki við restina av venjingarleguni.
Heðin Askham er ikki longur í venjaratoyminum á U21-landsliðnum, og í hansara stað er Eli Hentze komin. Hann stendur nú á odda fyri liðnum saman við Bill McLeod Jacobsen, sum heldur fram.
- Hetta verður spennandi. Eli er ein klókur maður. Hann hevur fylgt øllum ungdómslandsliðunum neyvt og er nógv inni í tí. Hann hevur sæð næstan allar U21-landsdystirnar og analyserað nógvar av teimum. Hann er ein framúr venjari, so eg vænti, at hetta fer at rigga væl, sigur Bill McLeod Jacobsen.
Bill sigur seg vera nøgdan við fyrstu venjingina og metir, at støðið er høgt. Hann vísir tó á, at hetta er eitt spildurnýtt U21-landslið, tí at nógvir eru júst vorðnir ov gamlir, og nærum allir teirra eru profilar á liðnum sínum í Effodeildini.
U21-landsliðið er tiltikið fyri sítt dirvi og at fáa lutfalsliga nógv stig til høldar. Hóast bólkurin hesaferð er sera sterkur, og næstan øll mótstøðuliðini eru tey bestu í sínum seedningslagi, so hevur Bill góðar vónir og ætlar at halda fram við álopskenda taktikkinum.
- Vit fara altíð inn fyri at vinna, og so kann tað vera man er nøgdur við ein javnleik. Tapa vit tepurt, so kann tað vera vit eisini góðtaka tað, tí onkuntíð eru hini liðini bara betri. Onkursvegna er tað hugburðurin, vit royna at fáa inn, tí tað ber til. Um ein ikki trýr upp á tað, so skal ein ikki vera við, sigur Bill McLeod at enda.