- Vit eta skerpikjøt og heit epli

- Eg vænti ikki, at koronu-farsóttin fer at broyta okkara jólatraditiónir, men vit fara sjálvandi at vera umhugsin og virða tilmælini, sigur Jóna Sigmundardóttir.

 

Hvar verða jólini hildin í ár?

- Jólini verða hildin saman við børnunum við familju og yngstu systrini við familju.

Fer koronu-farsóttin at broyta tykkara jólatraditiónir?

- Vænti ikki, at koronu-farsóttin fer at broyta okkara jólatraditiónir, men vit fara sjálvandi at vera umhugsin og virða tilmælini.

Hvat verður á borðinum jólaaftan og jóladagarnar annars?

- Jólaaftan eta vit altíð skerpikjøt og heit eplir. Omaná verður rísalamande. 1. jóladag verður tað dunna við øllum tí, sum har hoyrir til, og 2. jóladag verður okkurt ræst í ovninum. 

Keypir tú jólagávur og eru allar komnar í hús?

- Ja, eg keypi jólagávur, og nú eru allar komnar upp á pláss, sigur Jóna Sigmundardóttir.