- Vit fara at sakna tykkum hvønn dag

- Dagurin, sum skuldi verða ein familjudagur í Sommerland, endaði í sorgarleiki, sum ikki kann lýsast við orðum, siga familjurnar í Noregi.

 

Tað vóru 34 ára gamli, Kim Andre Nielsen og sonur hansara, 7 ára gamli Benjamin, sum seinasta leygardag lótu lív í vanlukku í Miðjútlandi, tá bilurin, teir koyrdu í saman við konu og dóttir, stoytti saman við eitt tok á einum vegkrossi.

Kona og dóttir komu livandi burtur úr vanlukkuni. Familjan, Kim, konan Martha, sonurin Benjamin og dóttirin Julia, vóru og ferðaðust í Danmark, tá syrgiliga vanlukkan hendi.

Familjan hjá konu og manni hava skrivað minningarorð, sum tey hava heitt á norska NRK um at almannakunngera. Í minningarorðunum vísa tey á, at dagurin, sum skuldi verða ein familjudagur í Sommerland, endaði í einum sorgarleiki, sum ikki kann lýsast við orðum.

- Saman livdu tey eitt harmoniskt, aktivt og kærleiksfult familjulív. Orðið kjarnufamilja hevur sjáldan verið rættari. Vanlukkan hendi dagin fyri brúdleypsdagin hjá Kim og Marthu - og bert fáar dagar fyri átta ára føðingardagin hjá Benjamin.

Í minningarorðunum vísir familjan á, at orð eru fátøk, og at einki er meiningsleysari enn tað, sum hendi henda feigdardag. Eftir sita Martha og Julia, foreldur, systir og familjan annars, sum nú skulu royna at finna út av, hvør leiðin er víðari eftir hesa vanlukku.

Lagt verður aftrat, at Kim og Benjamin vóru høgt elskaðir og fara at vera nógv saknaðir. - Teir fara altíð at hava eitt serligt pláss í okkara hjørtum.

- Lat okkum sláa ein ring um Marthu og Juliu og geva teimum allan okkara kærleika og stuðul, sum vit megna. Vit fara at sakna Kim og Benjamin hvønn einasta dag, siga tey m.a. í hjartanemandi minningarorðunum, sum kunnu lesast um heimasíðuna www.nrk.no