Málningur
Málningurin, sum starvsfólkið í Miðlahúsinum málaði og gav Krabbameinsfelagnum sum gávu, er 1,50x1,20 metrar stórur. Hann krevur tískil nakað av veggjaplássi, har hann skal hangast upp.
Men Eva Mortensen Holm, leiðari á G3, var ikki í iva um, at tey vilja hava málningin upp at hanga á deildini.
- Vit fara at finna okkum eitt pláss á deildini. Vit eru ógvuliga glað fyri at hava fingið hesa gávu sum viðurkenning fyri tað arbeiði, vit gera fyri sjúklingar.
- Mær dámar málningin ótrúliga væl. Tað er so nógv at síggja í honum, og har liggur so nógv í honum. Eg trúgvi, at vit kunnu hyggja leingi at málninginum og gerast ivaleyst ongantíð liðug at hyggja at honum.
Hon segði seg fegnast um tað takksemi, sum gevarin hevði víst við hetta høvi, nú hann handaði deildini málningin.
- Tað hevur verið gleðiligt at hoyra Hans Jacob Garðalíð siga frá søguni um fyrrverandi konu sína, sum vann á sjúkuni, sigur Eva Mortensen Holm, leiðari á G3 á Landssjúkrahúsinum.