Faroe Origin rekur fiskavirkið í Saltangará, saltfiskavirkið á Toftum og tey seks skipini, Bak, Stelk, Heyk, Falk og Rók og Lerk. Útgerðarmaður er Ingi Hansen, og hann sigur, at umstøðurnar eru broyttar, nú korona-kreppan ger um seg, men í fyritøkuni royna tey at fáa tingini at bera til sum best.
- Vit hava virkini, og vit hava skipini, og hóast virkið í Saltangará koyrir við skerdari manning í senn, er framvegis gongd í. Hinvegin er saltfiskaframleiðslan á Toftum mest sum uppsteðgað.
Ingi Hansen vísir á, at tvey av pørunum vanliga fiska upsa, og síðan hevur triðja parið fiskað onnur fiskasløg, eitt nú kongafisk - og nú svartkalva. Tað eru serliga tey fiskasløg, sum felagið plagdi at selja fesk, ið illa gongur at sleppa av við.
- Tað feska er meira ella minni uppsteðgað, og heldur ikki upsin er so lættur at selja, sum hann hevur verið. Tað frægasta er at virka og frysta. Vit hava langtíðaravtalur um tað frysta, og hetta gongur so nøkulunda.
Útgerðarmaðurin sigur, at saltfiskavirkið á Toftum serliga hevur virkað tosk og longu, og hetta eru fiskasløg, sum serliga fóru til Italia, og her er sølan av longu púrasta uppsteðgað.
- Saltaði toskurin, sum vit eisini selja til Spania og Portugál, fer spakuliga avstað, men eisini her merkja vit korona-kreppuna.
Ingi Hansen sigur, at tað eina parið, sum plagar at fiska kongafisk, nú er á svartkalva. Kongafiskurin er gjarna farin feskur, og feskfiskamarknaður er jú uppsteðgaður.
- Vit hava ein keypara í Danmark, sum nú ynskir frystan svartkalva, har nakað verður skráskorið - ella avhøvdað - og nakað verður heilfryst. Hetta fer í eskjur á 20 kilo.
Hann sigur, at eitt lítið sindur av feskum svartkalva eisini fer til Fraklands.
- Vit ætla okkum ikki at gevast á hendur, men vit kenna sjálvsagt ikki framtíðina. So leingi, sum vit kunnu fiska og arbeiða, fara vit at gera tað, sigur útgerðarmaðurin.
Ingi Hansen leggur aftrat, at tey á virkinum í Saltangará hava merkt ein ávísan áhuga frá øðrum skipum at selja til virkið, men hann sigur, at tey í fyrsta lagi mugu taka sær av fiskinum hjá teimum skipum, sum eru undir hattinum hjá Faroe Origin.