Hvør er kenslan, nú fyrsta skotið til Eysturoyartunnilin verður latið av týsdagin, 21. februar klokkan 14?
- Vit eru ótrúliga spent í Eiðis kommunu. Tað er ov lætt at siga, at hetta onga ávirkan kemur at hava á Eiðis kommunu. Eg ímyndi mær, at tunnilin kemur at hava eina ógvuliga positiva ávirkan á Eiðis kommunu. Tær bygdirnar, sum vit í dag “kappast” við, eitt nú vestari armur á Skálafjørðinum, kemur at uppliva eina kolosala broyting, eitt nú fer húsaprísurin helst at hækka munandi. Tá fer tað bara at gerast upp aftur meiri lokkandi og lætt fyri peningapungin at flyta til eina kommunu við lágum skattaprosenti, høgum barnafrádrátti, lágum húsaprísum og einum veruligum samleika. Tískil vænti eg, at Eiðis kommuna kemur at skúma part av rómanum, nú tunnilin helst verður veruleiki.
Tað sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu. Spurdur, hvønn týdning hann heldur, at Eysturoyartunnilin kemur at hava fyri Skálafjørðin, Eysturoynna og Norðoyggjar, sigur hann:
- Fyri Skálafjørðin, Norðoyggjar og eystara part av Eysturoynni kemur hetta sjálvandi at hava nógv spennandi við sær, tó so, so meti eg, at man eigur at vera ansin og ikki bláoygdur. Serliga tær smærru bygdirnar, sum í dag hava ein húsaprís á áleið sama støði, sum Eiðis kommuna hevur, skulu ansa sær. Húsaprísirnir koma at hækka, og vandin fyri, at bygdirnar ikki varðveita sín samleika og bert gerast ein býlingur í Havn, er til staðar.
Metir tú, at tunnilin fer at økja um áhugan at seta búgv í nærliggjandi økjunum við Skálafjørðin?
- Vit kunnu sjálvsagt rokna við, at fleiri fara at seta búgv í økinum, men helst verða tað eisini fleiri, sum fara at sleppa hugskotinum at seta búgv í heimbygdini, tí húsaprísurin verður ov høgur. Tó so, so verður helst ein ávísur fólkavøkstur í teimum nærliggjandi økjunum.
Dugir tú at meta, hvat Eysturoyartunnilin fer at merkja fyri Havnina?
- Tað er torført at spáa um, hvørja ávirkan hetta kemur at hava á Havnina. Havnin hevur havt ein so stóran fólkavøkstur seinastu nógvu árini, og eg giti ikki, at hetta kemur at broytast fyribils - líkamikið, um tunnilin kemur ella ikki, sigur Jógvan í Skorini, borgarstjóri í Eiðis kommunu.