- Vit fara eftir gullinum

Klæmint Isaksen, sum saman við dananum Jesper Brix hevur staðið fyri venjingini hjá manslandsliðnum sigur at teirra mál er at fáa

gull, men av tí at kappingin er ógvuliga hørð hjá monnum, so er ikki vist, at hetta fer at eydnast

Tá oyggjaleikir vóru seinast eydnaðist ikki hjá manslandsliðnum í flogbólti at koma upp á heiðursmerkjapallin.

Men hetta vil hann fegin hava broytt til hesar leikirnar.

Leikararnir, sum vóru við seinast vóru ungir, og høvdu kanska ikki tær neyðugu royndirnar tá á stóð, og tað er ein veruleiki, at kappingin í mansflogbólti er ógvuliga hørð, at neyðugt er við royndum leikarum.

Tí vónar Klæmint Isaksen, at tað fyrireikingararbeiðið, sum nú er gjørt, er nóg mikið til, at Føroyar aftur fær heiðursmerki á oyggjaleikunum.

? Vit hava vant sera miðvíst í umleið hálvtannað ár, og tað hevur alt verið við hesum oyggjaleikunum fyri eyga.. Í fjør spældu vit landsdyst móti íslendingum og vit vóru eisini við í eini kapping í Danmark. Tað gav okkum eina rúgvu at arbeiða víðari við, og tað hava vit gjørt líka síðani, sigur Klæmint Isaksen, sum umframt at vera venjari á landsliðnum saman við dananum Jesper Brix, eisini sjálvur skal spæla við á liðnum.

Klæmint er ein av okkara royndastu leikarum og hevur spælt í bestu donsku deildini í fleiri ár.

Hvørjar vónir hevur hann so til hesa kappingina.

? Málið hjá okkum er at fáa gull, men av tí at kappingin er so ótrúliga hørð í mansflogbólti, so kann tað gerast torført at røkka hesum máli, sigur hann.

Síðani seinast er Rhodos komin við, og hóast hann ikki kennir nakað til flogbólt á Rhodos, so veit hann so mikið sum at grikskur flogbóltur er høgt í metum.

? Men vit vita einki um Rhodos. Teir eru endaðir í okkara bólki, og so taka vit tann dystin við. Eg havi ikki ánilsi av hvussu teir eru fyri,

men á luttakaralistanum hjá teimum havi eg sæð, at teir hava onkrar rættiliga gamlar leikarar við. Ein er væl omanfyri fjøruti og ein annar er um fjøruti.


Teir ungu skulu bera

Hetta landsliðið, sum fer avstað, er samansett við nøkrum fáum royndum leikarum og nógvum ungum eldhugaðum leikarum. Metir Klæmint, at teir ungu fara at klára trýstið?

? Tað verður spennandi at síggja. Eg vænti mær nógv av Sigmundi av Teigum til dømis. Hann er ein stak góður leikari, og hevur í landskappingini víst, at dugur er í honum. Tað er eisini góð framtíð í Rúna Weihe, men eg haldi tað er skeivt at leggja ov nógv á hansara herðar enn. Hinvegin eru eisini aðrir. Bárður er ein. Poul Gudmundsson er ein annar, og Heini Weihe uppaftur annar. Men hesir skulu hava góða hjálp frá »okkum gomlu« skulu teir megnað at bera liðið, og tað hjálp eru vit fúsir at veita teimum, sigur Klæmint Isaksen


Stak góðan venjara

Sum sagt, so er Klæmint ikki einsamallur venjari.

Afturat sær hevur hann Jesper Brix, og í grundini verður tað hann sum skal standa fyri liðnum meðan leikirnir eru.

? Jesper er ein einastandandi góður venjari. Hann dugir sera væl at leggja venjingina til rættis, og eg haldi, at vit hava fingið nógv av skafti, sigur Klæmint Isaksen, sum leggur afturat, at Jesper umframt at vera góður venjari er ein framúr góður »coach«.

? Taktiskt er hann sera skilagóður, og tað kann gott fara at vera okkum ein góður fyrimunur, sigur Klæmint Isaksen.


Onkrir smáskaðar

Eins og hjá kvinnunum er manslandsliðið merkt av, at kappingarárið hevur verið drúgt.

? Onkrir leikarar hava smáskaðar, men tað sær ikki út til at vera nakað, sum fer at nerva endaligu fyrireikingarnar, nú gjørt verður klárt at fara í flogfarið við kós móti Gotlandi, sigur Klæmint Isaksen.