veruligum vanda fyri at missa sætið í bestu deildini. Tað bar tó ikki til at fáa váttað tíðindini, tá vit sunnukvøldið royndi at fáa eina viðmerking frá venjaranum. - Í løtuni fái eg ikki gjørt nakrar [...] Sóljuna og Kyndil, at venjarin hjá Kyndli, Rógvi Nielsen, hevði sagt seg úr sessinum. Allar helst var hetta grundað á laku úrslitini, sum liðið hevur havt í ár, og sum nú eisini hevur viðført, at liðið er í veruligum [...] til hatta, var einasta viðmerkingin, sum var at fáa, so okkurt er helst um tosið, hóast endaliga avgerðin tykist bíða í løtuni. Møguliga verður meira at frætta um hetta seinni í vikuni.
forsætisráðharran Margareth Thatcher. At tann tveir metrar høga og tvey tons tunga standmyndin ikki sleppur í Undirhúsið at standa hevur einki við tað at gera, at Arbeiðaraflokkurin nú situr við valdið [...] í Bretlandi. Reglurnar siga, at tílíkar standmyndir kunnu ikki setast í Undirhúsið, so leingi viðkomandi persónur er á lívi. Talsmenn hjá Arbeiðaraflokkinum hava sagt, at hóast teir als ikki taka undir [...] undir við tí politikki, sum Margareth Thatcher rak, so slepst ikki uttan um tann veruleika, at hon hevur sett sær spor í bretsku søguna sum landsins fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri. Spurningurin er bert
ferðsluóhappini er manglandi førleiki hjá bilføraranum til at handfara eina hættisliga støðu FerÐslutrygd Magnus Gunnarsson Tað er lætt at síggja, at eingin ferðsluvanlukka hevði verið, um ferðin var null [...] ti ber sostatt til at siga, at ferðin - ella í minsta lagi ein óhóskandi ferð - er orsøk til allar ferðsluvanlukkur. Um vit spyrja hví ferðin var óhóskandi, er svarið sum oftast at bilførarin ikki fylgdi [...] fylgdi teimum reglum, ið vóru galdandi. Eisini tí at ferðin var óhóskandi til tað vánaliga veðrið, koyriumstøðurnar ella annað. Tað eru eingi viðurskifti í ferðslutrygdargranskingini, ið eru so væl skjalprógvað
StÍF-Tjaldur 28-28 (16-11) Tað er nærum at sammeta við eina sensatión, at tað eydnaðist Tjaldri at taka stig frá grannunum vestaru megin fjørðin. Tjaldur hevur leingi hótt við at skapa okkurt gott úrslit, men tað [...] heldur óvæntað, at hetta skuldi henda móti StÍF, sum hevur havt sera góð úrslit í seinastuni. Heimaliðið hevði eisini takið í fyrra hálvleiki, men seinna umfarið fóru gestirnir veruliga at svara aftur. Eitt [...] Eitt skifti vóru teir eisini framman fyri, men StÍF megnaði tó at svara aftur, so javnleikur gjørdist endaliga úrslitið. Fyri heimaliðið skeyt Costin Dumitrescu 9 mál, meðan Sverri Justinussen gjørdi ikki
fyrispurningin á, at hann áður hevur spurt ríkisumboðskvinnuna, hví lógin ikki enn var sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Tá svaraði ríkisumboðið, at tað helst fór at vera klárt at seta lógina [...] Jenis av Rana vil hava at vita frá ríkisumboðkvinnuni, nær hjúnabandslógin verður sett í gildi fyri Føroyar. Løgtingið hevur samtykt ríkislógartimæli um at seta í gildi fyri Føroyar hjúnabandslógina, ella [...] lógina í gildi í endanum av 2000. ? Eitt fjóðringsár er nú liðið, gott og væl, uttan at nøkur loysn er í ljósmála ? tí hendan fyrispurning, sigur Jenis av Rana í fyrispurninginum til ríkisumboðskvinnuna.
ð fer ongantíð at samráðast um ein sáttmála, sum ikki byggir á fólkarættarligt grundarlag, segði Sjúrður Skaale, talsmaður hjá landsstýrinum, stutt eftir, at forsætisráðharrin ynskti at fáa ein steðg í [...] urin millum stjórnina og landsstýrið slitnaði fyri løtu síðani. Løgmaður staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at gera ein sáttmála, sum tekur støði í samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum. Fyribils [...] forsætisráðharrin, sum hevur biðið um steðgin í samráðingunum. Landsstýrið staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at samráðast út frá fólkarættarligum treytum, og landsstýrið fer ikki undir aftur samráðingarnar
legðist við bryggjuna í Norðdepli at bíða eftir, at tað lýsti. Klokkan 9 leygarmorgunin varð farið undir at sleipa Svartbak til Klaksvíkar, og tá varnaðust menn, at ein froskamannabúni var horvin, meðan [...] hol kom á hann, varð Tjaldrið boðsent. Svartbakur kláraði tó at sigla aftur á Hvannasund við egnari hjálp. Neyðugt var tó at fáa Tjaldrið at sleipa Svartbak til Klaksvíkar, har hann skuldi takast upp. Tjaldrið
stundir at bíða meira, nóg leingi er drálað, teirra tol er uppi. Komandi Býráð má gera alt sum gerast kann fyri at grundstykkjatørvurin verður nøktaður alt fyri eitt. Býráðið má bera so í bandi at hesi stykkir [...] kunnu keypast fyri ein rímuligan prís soleiðis at hesi ungu fólk, sum seta búgv fyri fyrstu ferð, ikki seta seg ovurhonds skuld sum tað tekur eitt heilt lív at gjalda aftur. Hetta skal verða tey greiðu boðini [...] boðini til Fyrisitingina hjá Býráðnum. Vinnulívið fer eisini skjótt at tørva grundøkir, ikki minst nú oljuídnaðurin fer at taka seg upp rundan um Havnina í Tórshavn. Tjóðveldisflokkurin vil gera nakað við
í ein ávísan mun at ávirka arbeiðið fyrstu tíðina. Ongin skal tó vera í iva um at vit á lista C vilja framá við Sands bygd, og oynni sum heild. Við vón um at tit framhaldandi fara at stuðla okkum í tíðini [...] Vit fara saman við bygdafólkinum at gera alt vit eru ment at halda okkara vallyftir, og tað fyrsta vit fara til verka við, verður at fáa spælipláss í bygdini. Fyrsta fíggjarætlanin hjá nýggja bygdarráðnum
viðmerkingar sambornar. Sera áhugavert var at merkja sær, at uttan at vita av hvørjum øðrum vóru viðmerkingarnar hjá hesum báðum partum næstan júst tær somu. Eg vil siga at okkara var nokk munin betri, tó kundu [...] nar til ásettu tíð. Tað sum síðani er farið fram er tað, at kommunufelagið hevur tvíhildið um, at tann sum skal gjalda skal eisini valda, og at kommununar sjálvar skulu gera av, hvørji tær seta í starv