Í Bretlandi keglast politikarar um, hvar teir skulu seta eina standmynd til heiður fyri fyrrverandi forsætisráðharran Margareth Thatcher.
At tann tveir metrar høga og tvey tons tunga standmyndin ikki sleppur í Undirhúsið at standa hevur einki við tað at gera, at Arbeiðaraflokkurin nú situr við valdið í Bretlandi. Reglurnar siga, at tílíkar standmyndir kunnu ikki setast í Undirhúsið, so leingi viðkomandi persónur er á lívi.
Talsmenn hjá Arbeiðaraflokkinum hava sagt, at hóast teir als ikki taka undir við tí politikki, sum Margareth Thatcher rak, so slepst ikki uttan um tann veruleika, at hon hevur sett sær spor í bretsku søguna sum landsins fyrsti kvinnuligi forsætisráðharri.
Spurningurin er bert, hvar Margareth Thatcher skal standa.









