Spurningurin er, um orsøkin til flestu ferðsluóhappini er manglandi førleiki hjá bilføraranum til at handfara eina hættisliga støðu
FerÐslutrygd
Magnus Gunnarsson
Tað er lætt at síggja, at eingin ferðsluvanlukka hevði verið, um ferðin var null. Við einum sera einfaldum hugsunarúrsliti ber sostatt til at siga, at ferðin - ella í minsta lagi ein óhóskandi ferð - er orsøk til allar ferðsluvanlukkur. Um vit spyrja hví ferðin var óhóskandi, er svarið sum oftast at bilførarin ikki fylgdi teimum reglum, ið vóru galdandi. Eisini tí at ferðin var óhóskandi til tað vánaliga veðrið, koyriumstøðurnar ella annað. Tað eru eingi viðurskifti í ferðslutrygdargranskingini, ið eru so væl skjalprógvað sum sambandið millum ferð og vanlukkutíttleikan.
Kelda: RFF










