Samráðingarfundurin millum stjórnina og landsstýrið slitnaði fyri løtu síðani. Løgmaður staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at gera ein sáttmála, sum tekur støði í samráðingarupplegginum hjá landsstýrinum.
Fyribils er ein steðgur í ein hálvan tíma, og tað er óvist, um samráðingarnar yvirhøvur verða tiknar uppaftur. Tað er danski forsætisráðharrin, sum hevur biðið um steðgin í samráðingunum.
Landsstýrið staðfestir, at stjórnin er ikki sinnað at samráðast út frá fólkarættarligum treytum, og landsstýrið fer ikki undir aftur samráðingarnar, fyrr enn talan er um samráðingar á fólkarættarligum støði.
- Føroyska landsstýrið fer ongantíð at samráðast um ein sáttmála, sum ikki byggir á fólkarættarligt grundarlag, segði Sjúrður Skaale, talsmaður hjá landsstýrinum, stutt eftir, at forsætisráðharrin ynskti at fáa ein steðg í samráðingunum.