Jenis krevur svar um hjúnabandslóg


 

Jenis av Rana vil hava at vita frá ríkisumboðkvinnuni, nær hjúnabandslógin verður sett í gildi fyri Føroyar.

Løgtingið hevur samtykt ríkislógartimæli um at seta í gildi fyri Føroyar hjúnabandslógina, ella rættari »lov om ægteskabets indgåelse og opløsning«.

Jenis av Rana vísir í viðmerkingunum til fyrispurningin á, at hann áður hevur spurt ríkisumboðskvinnuna, hví lógin ikki enn var sett í gildi í Føroyum við kongaligari fyriskipan. Tá svaraði ríkisumboðið, at tað helst fór at vera klárt at seta lógina í gildi í endanum av 2000.

? Eitt fjóðringsár er nú liðið, gott og væl, uttan at nøkur loysn er í ljósmála ? tí hendan fyrispurning, sigur Jenis av Rana í fyrispurninginum til ríkisumboðskvinnuna.