Kommunufelagið gjørdi skjótt av og gjørdi sínar viðmerkingar.
Havnar kommuna gjørdi eisini viðmerkingar og á fundi við kommunusamskipanina vórðu hesar báðar viðmerkingar sambornar.
Sera áhugavert var at merkja sær, at uttan at vita av hvørjum øðrum vóru viðmerkingarnar hjá hesum báðum partum næstan júst tær somu. Eg vil siga at okkara var nokk munin betri, tó kundu tær uttan hóvasták samskrivast til eina viðmerking.
Saman lótu vit landsstýrinum gjørdu viðmerking-arnar til ásettu tíð.
Tað sum síðani er farið fram er tað, at kommunufelagið hevur tvíhildið um, at tann sum skal gjalda skal eisini valda, og at kommununar sjálvar skulu gera av, hvørji tær seta í starv. Pedagogar ella pedagogar og leikfólk.
Jógvan K. Mørkøre,
kommunufelagsformaður