Froskmannabúni hvarv

Tá útróðrarbáturin Svartbakur rendi á Sundaberg fríggjakvøldið, og hol kom á hann, varð Tjaldrið boðsent.

Svartbakur kláraði tó at sigla aftur á Hvannasund við egnari hjálp.

Neyðugt var tó at fáa Tjaldrið at sleipa Svartbak til Klaksvíkar, har hann skuldi takast upp.

Tjaldrið var á Hvannasundi um tvey tíðina leygarnáttina, og vaktarskipið legðist við bryggjuna í Norðdepli at bíða eftir, at tað lýsti.

Klokkan 9 leygarmorgunin varð farið undir at sleipa Svartbak til Klaksvíkar, og tá varnaðust menn, at ein froskamannabúni var horvin, meðan skipið hevði ligið í Norðdepli. Onkur hevði verið umborð á skipinum og tikið búnan.

Stuldurin varð meldaður til løgregluna í Klaksvík, men enn vita tey ikki, hvør hevur verið umborð á Tjaldrinum og stolið froskmannabúnan.