Johan Mortensen
Valevni fyri Tjóðveldisflokkin
Hesi fólk hava ikki stundir at bíða meira, nóg leingi er drálað, teirra tol er uppi.
Komandi Býráð má gera alt sum gerast kann fyri at grundstykkjatørvurin verður nøktaður alt fyri eitt. Býráðið má bera so í bandi at hesi stykkir kunnu keypast fyri ein rímuligan prís soleiðis at hesi ungu fólk, sum seta búgv fyri fyrstu ferð, ikki seta seg ovurhonds skuld sum tað tekur eitt heilt lív at gjalda aftur.
Hetta skal verða tey greiðu boðini til Fyrisitingina hjá Býráðnum.
Vinnulívið fer eisini skjótt at tørva grundøkir, ikki minst nú oljuídnaðurin fer at taka seg upp rundan um Havnina í Tórshavn.
Tjóðveldisflokkurin vil gera nakað við grundstykkjatørvin og tær ungu Havnarfamiljurnar.










