Tjaldur skelkaði strandingar


 

Hondbóltur, menn

StÍF-Tjaldur 28-28 (16-11)


Tað er nærum at sammeta við eina sensatión, at tað eydnaðist Tjaldri at taka stig frá grannunum vestaru megin fjørðin.

Tjaldur hevur leingi hótt við at skapa okkurt gott úrslit, men tað var heldur óvæntað, at hetta skuldi henda móti StÍF, sum hevur havt sera góð úrslit í seinastuni.

Heimaliðið hevði eisini takið í fyrra hálvleiki, men seinna umfarið fóru gestirnir veruliga at svara aftur. Eitt skifti vóru teir eisini framman fyri, men StÍF megnaði tó at svara aftur, so javnleikur gjørdist endaliga úrslitið.

Fyri heimaliðið skeyt Costin Dumitrescu 9 mál, meðan Sverri Justinussen gjørdi ikki færri enn 12 mál fyri gestirnar