-Eg eri harmur um, at Statoil ikki fann olju í rakstrarverdugum nøgdum, men hinvegin, at lív er í undirgrundini gevur okkum jú mót at halda fram sigur Eyðun Elttør, oljumálaráðharri. Hann er annars seg [...] víst seg at verða spor av olju, og tað skorar undir at halda fram við teimum arbeiðsætlanum, sum liggja fyri framman. Landsstýrismaðurin heldur eisini vit skulu ikki undirmeta týdningin av, at vit eru blivin [...] seg fegin um, at tað hevur gingið so væl í øllum arbeiðinum bæði á sjógvi, á landi og í luftini. -Tað hevur gingið útrúliga væl við boringini, og tað haldi eg vit skulu gleðast um. Tað hevur so eisini víst
Tað verður í Happey Alley Studio, at Týr fer at brúka næstu dagarnar. Har fer føroyski bólkurin at taka tveir sangir upp, og tað verður navnframi Jens Rud, sum hevur ábyrgdina av tøknini og framleiðsluni [...] gomul føroysk vísuløg. Týr vónar, at stakfløgan kann vera klár at fáa í sølubúðirnar síðst í oktober mánaði. Í sambandi við hesa útgávuna skal Týr millum annað til Íslands at spæla og føra seg fram. Tað verður [...] uni. Annar sangurin, ið Týr fer at taka upp, er Ólavur Riddararós, sum Týr hevur spælt nógv á konsertum. Hin kallast Stýrisvølurin, og tað er ein sangur, sum Heri Joensen lutvíst hevur gjørt, men sum eisini
hevur givið boð um, at hann skal handtakast og rættarsøkjast. Høvuðsákærin í Haag, Carla Del Ponte, hevur fleiri ferðir sagt, at Mladic fjalir seg í Serbia, og hon hevur funnist at Vojislav Kostunica, [...] forseta og sagt, at hann ger ov lítið fyri at fáa fatur á honum. Dusan Mihajlovic, innanríkisráðharri segði í gjár, at myndugleikarnir hava ikki funnið tveir aðrar heryvirmenn, sum eisini eru eftirlýstir [...] Dómstólurin í Haag vil hava fatur á Veselin Slijvancanin og Miroslav Radic, sum høvdu ábyrgdina av, at 250 sivilfólk vórðu avrættað í býnum Vukovar undir krígnum í Bosnia.
ikki, at man kann siga, at konufólk duga verri at koyra enn mannfólk. Men eg dugi kanska ikki so væl at úttala meg um tað, tí eg havi ongantíð havt koyrikort sjálvur. Summi mannfólk duga væl at koyra og [...] kanska ikki duga so væl, tí tær eru eitt sindur ótryggari í tí. Men tá tað kemur til at bakka og parkera, haldi eg ikki, at tær eru við undirlutan. Tað má vera soleiðis umleið 50-50. Júst sum við mannfólki
einari frágreiðing, at umleið 50 afghanskar kvinnur, sum eru við barn, doyggja í burðartíðini. Um orsøkina sigur ST, at hetta kemst partvíst av vánaligum heilsu- og fíggjarviðurskiftum, men at mentanarligar [...] hesum. ST vísir á, at trot er á læknum í Afghanistan. Serliga er trot á kvinnuligum læknum, og tá nógvir menn ikki vilja loyva konuni at fara til ein mannligan lækna, noyðast tær at leita sær hjálp hjá [...] útbúgving. Myndugleikarnir í Kabul hava ásannað trupulleikan og hava nú sent eina sendinevnd til Iran at kanna, hvussu skipanin er har.
. Har plaga tangaskip at ferma oljuna í býnum Ceyhan, men í gjár lá einki tangaskip og tók ímóti iraksku oljuni. Hetta kemst av, at reiðaríini eru í iva, hvørt tey hava loyvi at ferma iraksku oljuna ella [...] ella ikki. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur sagt, at Irak hevur loyvi at selja eina avmarkaða nøgd av olju, treytað av, at inntøkan verður nýtt til mat og heilivág. Seinasta hálva annað árið hevur Irak [...] men síðani USA og Bretland lupu á landið, er útflutningurin minkaður burtur í einki. Hildið verður, at útflutningurin nú liggur um 170.000 tunnur um dagin.
Tað vóru eini tung boð at fáa, tá tú mín elskaða systir so brádliga doyði. Eg visti væl, at tú var sjúk, men vónaði allatíðina, at tú fór at gerast frísk. Sjálv hevði tú so gott mót, og uggaði okkum øll [...] Tú var altíð í góðum lag, og tað var altíð stuttligt at vera saman við tær. Saknurin er sera stórur, og tað er ringt at koma víðari, men eg veit, at nú hevur tú tað gott. Takk fyri alt tú var fyri meg.
Higartil hava ikki færri enn níggju limir í demokratiska flokkinum í USA boðað frá, at teir eru til reiðar at stilla upp ímóti George W. Bush, forseta, tá forsetaval verður aftur næsta ár. Men sambært [...] sambært meiningakanningunum skal nógv til, áðrenn nakar kann skala Bush. Eygleiðarar halda, at demokratarnir fara at stilla fyrrverandi varaforsetaevnið Joseph Lieberman, senatorin John Kelly ella umboðsmann [...] Washington Post og sjónvarpið ABC hava gjørt, vísir, at eingin teirra hevur nakran møguleika ímóti forsetanum. Bara 40 prosent av teimum spurdu veljarunum siga, at tey høvdu atkvøtt fyri einum demokrati, var
vænta tær ikki, at tær kortini fara at fáa støri vald enn teir 21 menninir, ið sita í býráðnum saman við teimum. Ein teirra, tann 41 ára gamla Marian Rapp, sigur við blaðið Nordlys, at royndirnar aðrastaðni [...] aðrastaðni hava víst, at tá kvinnurnar fáa meiri at siga, verða avgerðirnar í teimum týdningarmestu viðurskiftunum fluttar til nevndir og ráð, har kvinnurnar ikki hava meirilutan. Ein broyting kemur í hvussu [...] hvussu er, nú meirilutin av býráðnum í Tromsø eru kvinnur. Fleiri teirra hava smá børn, og tað fer at krevja, at fundartíðirnar hjá býráðnum mugu broytast, skrivar Nordlys.
ikki havt tað nógva at gjørt um vikuskiftið Vakthavandi á Politi støðini í Havn veit at siga, at hetta vikuskiftið hevur verið stak friðarligt. Tveir menn hava verið á støðini fyri at sova rúsin av sær, [...] enn vanligt. Annars visti vakthavandi ikki at siga nakra tilburð hetta vikuskiftið. Einki í Klaksvík Vakthavandi hjá løgregluni í Klaksvík visti heldur ikki at siga um tað nógva hetta farna vikuskiftið [...] eingin varð tikin í tí sambandi. Av hinum løgreglustøðunum, vit tosaðu við, var heldur einki stórvegis at frætta.