Ratko Mladic er skuldsettur fyri krígsbrotsverk í krígnum í Bosnia, og tann serligi krígsbrotsmannadómstólurin í Haag hevur givið boð um, at hann skal handtakast og rættarsøkjast. Høvuðsákærin í Haag, Carla Del Ponte, hevur fleiri ferðir sagt, at Mladic fjalir seg í Serbia, og hon hevur funnist at Vojislav Kostunica, forseta og sagt, at hann ger ov lítið fyri at fáa fatur á honum.
Dusan Mihajlovic, innanríkisráðharri segði í gjár, at myndugleikarnir hava ikki funnið tveir aðrar heryvirmenn, sum eisini eru eftirlýstir fyri krígsbrotsverk í Bosnia. Dómstólurin í Haag vil hava fatur á Veselin Slijvancanin og Miroslav Radic, sum høvdu ábyrgdina av, at 250 sivilfólk vórðu avrættað í býnum Vukovar undir krígnum í Bosnia.










