Hóast kríggið pumpa irakar framvegis nógva olju ígjøgnum rørleiðingarnar til Turkalands. Har plaga tangaskip at ferma oljuna í býnum Ceyhan, men í gjár lá einki tangaskip og tók ímóti iraksku oljuni.
Hetta kemst av, at reiðaríini eru í iva, hvørt tey hava loyvi at ferma iraksku oljuna ella ikki. ST-aðalskrivarin, Kofi Annan, hevur sagt, at Irak hevur loyvi at selja eina avmarkaða nøgd av olju, treytað av, at inntøkan verður nýtt til mat og heilivág.
Seinasta hálva annað árið hevur Irak útflutt 1,7 milliónir tunnu av olju um dagin, men síðani USA og Bretland lupu á landið, er útflutningurin minkaður burtur í einki. Hildið verður, at útflutningurin nú liggur um 170.000 tunnur um dagin.