Eingin tekur Bush

Meingingakanningar vísa, at eingin demokratur hevði megnað at koyrt George W. Bush út úr Hvítu Húsunum, var forsetaval nú.

Higartil hava ikki færri enn níggju limir í demokratiska flokkinum í USA boðað frá, at teir eru til reiðar at stilla upp ímóti George W. Bush, forseta, tá forsetaval verður aftur næsta ár.

Men sambært meiningakanningunum skal nógv til, áðrenn nakar kann skala Bush.

Eygleiðarar halda, at demokratarnir fara at stilla fyrrverandi varaforsetaevnið Joseph Lieberman, senatorin John Kelly ella umboðsmannatinglimin Dick Gephartd upp ímóti Bush. Men ein kanning, sum Washington Post og sjónvarpið ABC hava gjørt, vísir, at eingin teirra hevur nakran møguleika ímóti forsetanum.

Bara 40 prosent av teimum spurdu veljarunum siga, at tey høvdu atkvøtt fyri einum demokrati, var forsetaval nú. Hinvegin siga 53 prosent, at tey høvdu atkvøtt fyri Bush.