-3000 metrar ríkari jarðfrøðiliga sæ

-Eg eri harmur um, at Statoil ikki fann olju í rakstrarverdugum nøgdum, men hinvegin, at lív er í undirgrundini gevur okkum jú mót at halda fram sigur Eyðun Elttør, oljumálaráðharri.

 

-Eg eri harmur um, at Statoil ikki fann olju í rakstrarverdugum nøgdum, men hinvegin, at lív er í undirgrundini gevur okkum jú mót at halda fram sigur Eyðun Elttør, oljumálaráðharri. Hann er annars seg fegin um, at tað hevur gingið so væl í øllum arbeiðinum bæði á sjógvi, á landi og í luftini. -Tað hevur gingið útrúliga væl við boringini, og tað haldi eg vit skulu gleðast um. Tað hevur so eisini víst seg at verða spor av olju, og tað skorar undir at halda fram við teimum arbeiðsætlanum, sum liggja fyri framman. Landsstýrismaðurin heldur eisini vit skulu ikki undirmeta týdningin av, at vit eru blivin góðar 3000 metrar ríkari jarðfrøðiliga sæð.