Tað vóru eini tung boð at fáa, tá tú mín elskaða systir so brádliga doyði. Eg visti væl, at tú var sjúk, men vónaði allatíðina, at tú fór at gerast frísk. Sjálv hevði tú so gott mót, og uggaði okkum øll við tínum lætta sinni.
Vit vóru ógvuliga góðar systrar, vit vóru altíð saman og søgdu hvørjari aðrari alt. Vit búðu saman í Havn og hjálptu hvørjari aðrari við øllum. Tú var altíð í góðum lag, og tað var altíð stuttligt at vera saman við tær.
Saknurin er sera stórur, og tað er ringt at koma víðari, men eg veit, at nú hevur tú tað gott.
Takk fyri alt tú var fyri meg.
Hvíl í friði góða systir.
Joan