Fyri fyrstu ferð nakrantíð mynda kvinnurnar meirilutan í býráðnum í norska býnum Tromsø.
Av teimum 43 býráðslimunum eru 22 kvinnur, men sjálvar vænta tær ikki, at tær kortini fara at fáa støri vald enn teir 21 menninir, ið sita í býráðnum saman við teimum. Ein teirra, tann 41 ára gamla Marian Rapp, sigur við blaðið Nordlys, at royndirnar aðrastaðni hava víst, at tá kvinnurnar fáa meiri at siga, verða avgerðirnar í teimum týdningarmestu viðurskiftunum fluttar til nevndir og ráð, har kvinnurnar ikki hava meirilutan.
Ein broyting kemur í hvussu er, nú meirilutin av býráðnum í Tromsø eru kvinnur. Fleiri teirra hava smá børn, og tað fer at krevja, at fundartíðirnar hjá býráðnum mugu broytast, skrivar Nordlys.










