Hvat heldur tú um konufólk og bilar?

Vox Popp

Poul Skaalum

Eg haldi ikki, at man kann siga, at konufólk duga verri at koyra enn mannfólk. Men eg dugi kanska ikki so væl at úttala meg um tað, tí eg havi ongantíð havt koyrikort sjálvur. Summi mannfólk duga væl at koyra og summi duga verri, og tað man vera tað sama við konufólkum ? júst sum við øllum øðrum.

Tony Olsen

Eg havi onki ímóti konufólki og bilum. Summar kunnu til tíðir kanska ikki duga so væl, tí tær eru eitt sindur ótryggari í tí. Men tá tað kemur til at bakka og parkera, haldi eg ikki, at tær eru við undirlutan. Tað má vera soleiðis umleið 50-50. Júst sum við mannfólki.