kemur tú við einum pástandi um, at Javnaðarflokkurin ikki vil loysa, tí at: »teir vita, sum er, at uttan blokkin, so er ómøguligt at keypa atkvøður við at blaka pening í eystur og vestur.....etc.« Eg má virkiliga [...] Allarfyrst vil eg siga, at eg haldi brævið hjá tær vera á einum heilt ótrúliga lágum støði! Eg vil eisini gera vart við, at orðavendingar, tú brúkar, mest av øllum fáa meg at hugsa um onkra totaliterismu [...] »rotin«, sum tú sigur! So haldi eg, tað hevði verið lættari at roynt at ignorerað flokkin, tað vildi verið ein meira náttúrlig forsvarsmekanisma! Tú endar brævið við at siga, at vit føroyingar eru eitt stolt
eru fegin um at vera í skúlanum, og at tey vóru og eru eins fegin, tá tey koma heim aftur til húsa. Skomm at siga tað, men eg havi ongantíð fylgt nóg væl við í, hvat og hvussu nógv tey læra í skúlanum. Sjálvsagt [...] tá hon, møguliga eisini í sjokki, fór alment fram og átók sær ábyrgd av úrslitinum av Pisakanningini. Tað kom fyri, at vánaligir skiparar royndu at skáka sær undan ábyrgdini av einum bummtúri við sku [...] felags, eisini tað, at vit eru fegin um og góð við okkara egna fólkaskúla, Hoyvíkar Skúla. Havi havt og havi varhugan av, at børn og abbabørn vóru og eru fegin um at fara í skúla á morgni, at tey vóru og eru
um; at ongin er á brúnni og at hvør ger sum honum lystir. Er nú rættiliga farið at mala fyri løgmanni ? Í gjár helt eg meg hoyra og síggja yvir meg tá ið sagt og skrivað varð, at løgmaður krevur, at lø [...] út ímóti november. Eg nokti at trúgva, at nakar annar føroyingur enn Føroya Løgmaður meinar í álvara at løgtingsformaðurin skal flyta viðgerðina av okkara fíggjarlóg soleiðis at hon liggur aftan fyri [...] fyriskrivar, at landstýrið skal leggja løgtingsfíggjarlógina fyri løgtingið áðrenn fyrsta oktober. Meiningin við hesi áseting er, at hetta er síðsta freist hjá løgmanni at syrgja fyri, at hon er løgtinginum
Og eg má siga, at Føroyar eru at sammeta við eitt menningarland, tá tað kemur til rørslubrekað og teirra umstøður, sigur Bjørg Høgnesen. Eitt trappuland Tað er serliga møguleikin at ferðast og koma fram [...] hesa tíðina hon hevur verið búsitandi í Svøríki, heldur Bjørg. Eg haldi, at tey, sum sita og arbeiða við hesum, tey, sum ráða, og tey, sum hava pengarnar um hendi, skuldu ikki sloppið við at sitið á einum [...] Høgnesen. Ein háttur at koma víðari er at hyggja at, hvussu útlond hava gjørt. Tað byrjar við politiska myndugleikanum, tí lógir siga, hvat samfelagið vil. ? Í Svøríki eru lógir, sum siga, at viðurskiftini hjá
undrast á, at tað ikki skal lata seg gera at steðga hesum fólkum, sum siga seg koma inn í okkara land at bróta okkara lógir við vilja. Vit skulu minnast til at tey komu ikki bara til Føroya at mótmæla g [...] fólkini, ið høvdu sett sær fyri at steðga okkum í oynni at praktisera okkara lógliga rætt, at drepa grind. Stríðið varð í hæddini á Sandi og í Skopun, har bygdarfólkið ikki vildi lata sær lynda undirbrotligheitina [...] gleðiligt at síggja, at eisini lokalt eru tað kommunur sum í ár fara at herða bardagan ímóti Sea Shepherd, eins og slóðað varð fyri á Sandi í fjør, við at nokta fólkunum úr hesum felagsskapi at njóta av
samband við og prátaðu vit mangan saman, bæði í álvara og gaman og tað vildi so við, at hann búði hjá mær í Rødovre eina heilt stutta tíð, tá hann sjálvur skuldi skifta bústað. Á henda hátt komu vit at kennast [...] saman við Finnboga fór á politiskúla í Keypmannahavn 1980. Tað var altíð hugaligt at síggja nýggj andlit heiman í frá og sum vit eftir útbúgving komu at samstarva við í Føroyum. Tórálvur var lættur at koma [...] nakað fyri Tórálv, sum setti sær fyri at røkja arbeiðsøkið og gjørdi tað til fulnar. Ì sambandi við starvið kom hann at kenna rættiliga nógv fólk, sum hann samstarvaði við. Øll tiltøk, stór sum lítil,
segði: Man átti kanska at broytt skipanina soleiðis, at ákærdi kann dømast fyri, at hann átti at vitað betur. Tað er í hvussu er ein tanki at royna hetta, tá ið talan er um mál við harðskapi og sexuellum [...] ikki hevur gjørt annað enn at hótta við at brúka harðskap, um kravboð hansara ikki vórðu fylgd. ? At hann so seinni segði, at talan var um eitt neyðarróp, man tíverri hjálpa honum lítið, um vitnini ikki lata [...] ka eina gentu, sum fer beint á nærmastu politistøð at melda tilburðin, tá ið av er gingið. ? Á nei, tað var ikki neyðtøka! ? Vit hildu, at hon vildi prøva sínar sexuellu grensir av. ? Allir blivu fríkendir
Mourits sær fyrimunirnar í at leggja kommunur saman. Men hvørjar møguligar kommunusamanleggingar sær Hans Mourits fyri sær longri frammi í tíðini? - Eg haldi, at tað er natúrligt, at vit byrja við at leggja [...] veru hava eg einans hoyrt positivar viðmerkingar um tað, so eg gangi út frá, at fólk stuðla samanleggingin sigur Hans Mourits Eysturoyggin ein kommuna - Eg haldi, at tað er eitt gott hugskot at leggja saman [...] leggja saman við Leirvík. Annars haldi eg, at tað er upplagt eina ferð í framtíðini, at vit eisini fara at samstarva við Fuglafjarðar Kommunu og síðani kommununnar runt Skálafjørðin. - Klaksvíkar Kommuna er
gjørligt. Nakað annað er, at teir trupulleikar, sum talan er um ikki kunnu loysast uttan neyðuga fyrireiking. Minnist meg rætt legði eg upp til, at Knút skuldi koma at práta við okkum um, hvussu vit kundu [...] stórt arbeiði at endurskoða ymsar flutningsavtalur í hesum sambandi og tað eru nógvir partar eftirhondini, sum fyritøkan hevur verið noydd at taka við í viðgerðini av hesum máli. Vitandi um, at gongd er á [...] ilja. Viðmerkjast skal, at Strandfaraskip Landsins hava ikki móttikið nakra fráboðan frá kappingarráðnum um, at fyritøkan fyritekur sær nakað skeivt í sambandi við flutningin um Vestmannasund, men tað
í hvussu er tveir trupulleikar at dragast við, sum sjúklingar í okkara grannalondum sleppa frá at hugsa um. Her hugsi eg í fyrst og fremst um sjúklingatrygging og plikt at melda feilir. Í okkara grannalondum [...] skaði er hendur hevur hon møguleika fyri at rinda endurgjald. Pliktin at rapportera Harafturat kemur, at starvsfólk í føroyska heilsuverkinum hava ikki plikt til, at boða frá um tey finna feilir í kanning [...] fyri, at líknandi hendið aftur. At hanga feil viðgerðir út í bløðini kann føra til ymiskar reaktiónir. Ein er, at starvsfólk verða meira nærløgd. Hin er, at starvsfólk finna enn betri háttir at krógva