Bara eingi vitni eru!

   

?Fimm manshópneyðtaka eina gentu, sum fer beint á nærmastu politistøð at melda tilburðin, tá ið av er gingið. ? Á nei, tað var ikki neyðtøka! ? Vit hildu, at hon vildi prøva sínar sexuellu grensir av. ? Allir blivu fríkendir.
?Ein maður slær eina kvinnu í skallan ferð eftir ferð við einum hamara. ? Eg ætlaði at drepa hana, fortaldi hann politistinum, sum kom á staðið. ? Ná, nei tað ætlaði eg nokk ikki alíkavæl, segði hann seinni. ? Tey mistu bæði tamarhaldið á støðuni, var niðurstøðan í rættinum. ? Maðurin fekk nakrar mánaðir handan rimar.
?Ein ávirkaður maður kemur í taxabili til ein bakara og hóttir við at snara heysin av teimum ungu gentunum, sum standa hinumegin diskin, um ikki hann fær pengarnar í kassanum. ? So kom ein kundi inn, og gerningsmaðurin rýmdi út aftur í bilin. Hann bleiv tikin lítla løtu seinni. ? Hann stendur til seks ár í skugganum!!!

Hvussu ólukkan hongur hetta saman? Jú, tað er sera einfalt!
Í fyrsta døminum var talan um fimm gerningsmenn, sum spældu býtt í rættinum, móti einum offri, ið ikki hevði nøkur onnur vitni at styðja seg til, enn eina læknafrágreiðing gjørd, meðan prógvini enn vóru fesk.
Í næsta døminum er talan um ein mann, sum fyrst játtar seg sekan, fyri síðani ?tá ið hann er kólnaður nakað? at siga, at hann mintist ikki tilburðin, móti einum offri, sum hevur fingið læknans orð fyri, at hon er ótrúliga heppin at vera á lívi.
Triðja dømið er áhugavert. Tí her er talan um ein mann, ið sum so ikki hevur gjørt annað enn at hótta við at brúka harðskap, um kravboð hansara ikki vórðu fylgd. ? At hann so seinni segði, at talan var um eitt neyðarróp, man tíverri hjálpa honum lítið, um vitnini ikki lata sakina falla.
Tí í hesum, sum í óteljandi øðrum harðskapsmálum, er tað nevnliga fullkomiliga líkamikið, um offrið meldar, ella um ákærdi játtar seg sekan á gerningstaðnum! ? Tað einasta, sum hevur veruligt virði í rættinum, er vitnisfrásøgnin. ? Er einki vitni, so er einans talan um pástand móti pástandi. ? Og tá er tað, sum harra gud veit við úrslitinum. ? Um nakar ivast í hesi útsøgn, so kunnu vit hyggja at hinum aktuella hópneyðtøkumálinum. Tá fingu menninir dóm, tí eitt vitni kundi vátta tað, sum gentan segði! ? Og ein teirra var enntá ósekur í hinari sakini.
Var sjálvur fyri álopi í mínum ungu døgum. Fýra móti einum, fekk ein springknív á barkan, eitt blátt eyga og tordi ikki at møta fólki í myrkri í fleiri ár.
Og í rættinum árið eftir vóru vit fleiri offur frá sama kvøldi. Men avgerandi faktorurin, tá ið dómur skuldi fella, var, at eitt vitni hevði sæð teir, tá ið teir gjørdu seg inn á meg. ? Eitt vitni, ið fór og meldaði tilburðin á Politistøðini. ? Og takk havi tú fyri tað, tí annars veit eg ikki, um eg hevði torað (ella tímað) at melda eina aðru ferð!
Tað er eitt grundleggjandi prinsipp í okkara rættarskipan, sum stendur fyri skotum í hesum aktuellu málum. ? Prinsippið um, at eingin er sekur, fyrr enn rætturin hevur dømt hann. Tað er sum so eitt skilagott prinsipp, sum, minnist meg rætt, kom í kjalarvørrinum av fronsku kollveltingini á sinni, tá ið einaveldini eitt fyri og annað eftir vóru avloyst av rættarsamfeløgum.
Hendan seinasta tíðin hevur tó fingið mong at ivast í, um hvussu skilagott tað er, at munurin millum rætt og rangt, millum lógligt og ólógligt, skal vera so heft at, hvussu dugnaligur sakførarin er. Sum hasin professarin segði: Man átti kanska at broytt skipanina soleiðis, at ákærdi kann dømast fyri, at hann átti at vitað betur.
Tað er í hvussu er ein tanki at royna hetta, tá ið talan er um mál við harðskapi og sexuellum ágangi.