Hans Mourits Foldbo byrjar sum borgarstjóri í Gøtu tann 1. august. Núverandi borgarstjórin Páll Isholm leggur frá sær, tí at borgarliga starvið hjá honum sum skúlastjóri á handilsskúlanum krevur so nógv.
Hans Mourits er leirvíkingur, sum býr í Gøtu. Hann er spentur uppá at byrja sum borgarstjóri.
- Tað síggi eg sum eina spennandi avbjóðing. Eg varð valdur í býráðið síðsta val. Tað var fyrstu ferð eg stillaði upp. Nú verði eg so borgarstjóri fulla tíð.
Útlærdur lærari og sálarfrøðingur
Hans Mourits hevur verið lærari í nógv ár. Hann var útlærdur í 1984 og hevur verið lærari á Toftum og í Gøtu. í 1997 gjørdist hann 1. lærari í Gøtu.
Í 2000 fór hann niður at lesa sálarfrøði. Hann var niðri í tvey ár og kom síðani heim aftur at undirvísa á læraraskúlanum.
Seinasta hálva árið hevur Hans Mourits arbeitt í einum bólki undir Almannastovuni, sum arbeiðir við einum stovni fyri umsorganarsvikin børn.
Leirvíkingur sameina Gøtu og Leirvík
Sum nevnt er Hans Mourits leirvíkingur. Gongst sum ætlað, verða Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna lagdar saman í nærmastu framtíð. Sostatt eru sannlíkindini stór fyri, at ein leirvíkingur fer at leiða Gøtu Kommunu í eitt samstarv við heimbygd sína.
- Tað er rættiliga upplagt, at kommunurnar báðar leggja saman. Við einari samanlegging kunnu vit veita betri tænastu og fáa meira fyri pengarnar, sigur Hans Mourits.
- Vit sleppa undan dupult-íløgum. Um til dømis báðar bygdirnar hava ov lítlan bátahyl, so haldi eg ikki, at tað er neyðugt, at báðar gera størri bátahyl. Tað er so stutt ímillum bygdirnar, og vit kunnu vera felags um tænasturnar. Hetta fer at gera, at vit fáa meira fyri pengarnar, sigur hann.
- Fólk eru sera positiv um samanleggingina. Í roynd og veru hava eg einans hoyrt positivar viðmerkingar um tað, so eg gangi út frá, at fólk stuðla samanleggingin sigur Hans Mourits
Eysturoyggin ein kommuna
- Eg haldi, at tað er eitt gott hugskot at leggja saman, tí at so fáa allir partar meira burturúr pengunum. Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna skulu, við atliti til møguliga samanlegging, beinan vegin byrja at samstarva um størru íløgurnar . Tekniska umsiting er longu felags fyri báðar kommunurnar.
Hans Mourits sær fyrimunirnar í at leggja kommunur saman. Men hvørjar møguligar kommunusamanleggingar sær Hans Mourits fyri sær longri frammi í tíðini?
- Eg haldi, at tað er natúrligt, at vit byrja við at leggja saman við Leirvík. Annars haldi eg, at tað er upplagt eina ferð í framtíðini, at vit eisini fara at samstarva við Fuglafjarðar Kommunu og síðani kommununnar runt Skálafjørðin.
- Klaksvíkar Kommuna er eitt sindur meira avskorin frá okkum, so eg rokni við, at Norðoyggjar fara í eitt kommunusamstarv. Bygdirnar vestanfyri Norðskálatunnilin fara helst í eitt samstarv við kommununnar í Sundalagnum.
G!øtu-samleikin
Gøta er kend sum tann bygdin í Føroyum, sum hevur kanska ríkastu mentan og søgu í Føroyum. Eisini tykjast gøtufólk at hava ein sterkan samleika, og tey eru stolt av at vera gøtufólk.
- Ja, eg haldi, at gøtufólk eru errin av at vera gøtufólk. Tey eru góð við bygdina og fara væl um. G! festivalurin styrkir samanhaldið. Tað er stuttligt at síggja, at 8000 fólk kunnu samlast til eitt tiltak í Syðrugøtu. Eg haldi ikki, at tað var eitt húski í allari kommununi, sum ikki hjálpti til í fyrireikingunum til G! Festivalin.
- Tílík tiltøk styrkja um samleikan. Eisini hevur Gøta eina ríka søgu, og her er nógvir vinnulívsmenn. Framgongdin er stór, sigur Hans Mourits.
Hans Mourits var sjálvur til festivalin, og honum dámdi væl, hóast ikki allur tónleikurin var júst hansara stílur.
- Eg eri kanska meira til fólkatónleik og tílíkt. Men mær dámdi sera væl The Holmes Brothers. Teir vóru framúr! Eisini dámdi mær væl Høgna Lisberg.
Selja ikki fyri løtuvinning
Gøta er kend fyri at hava nógvar vinnulívsmenn, og serliga eru tað nógv skip við heimstaði í Gøtu, sum klára seg væl. Men mentanar- og ítróttalívið halta ikki aftaná.
- Vit vilja ikki einans skapa karmar fyri vinnulívið. Tað er týdningarmikið, at vit veita karmar til tónleikararnar og ítróttarfólkið. Eisini eru vit væl fyri á eldraøkinum nú eldrasambýlið er komið. Har eru enn tóm pláss eftir, og tí kunnu tey eldru kenna seg væl í kommununi langt frameftir.
- Vit vilja fegin leggja dent á trivnaðin hjá íbúgvunum, og tí nýta vit pengar til at skapa teimum karmar. Summar kommunur nýta mestsum allan peningin til at skapa vinnulívinum karmar, men tær gloyma at stykkja út, og tí fáa tær ongan ágóða av blómandi vinnulívinum. Tey eldru verða eisini gloymd, og tey mugu sendast til aðrar kommunur at fáa búpláss.
- Her royna vit at skapa karmar fyri vinnulívinum og tí vanliga borgaranum. Her eru nógvir stórir vinnumenn í bygdini, og teir eru idealistar. Teir selja ikki teirra skip og fiskiloyvi fyri løtuvinning sum aðrir gera, hóast teir kundu vunnið sær milliardir. Teir velja heldur at hava skipini í Gøtu.
Ágrýtni lærarin sær fram til at koma í borgarstjórasessin tann 1. august.