Pauli Ellefsen:
Verandi skúlaskipan
3 ættarlið í og úr okkara húsi hava sjálvsagt nógv til felags, eisini tað, at vit eru fegin um og góð við okkara egna fólkaskúla, Hoyvíkar Skúla. Havi havt og havi varhugan av, at børn og abbabørn vóru og eru fegin um at fara í skúla á morgni, at tey vóru og eru fegin um at vera í skúlanum, og at tey vóru og eru eins fegin, tá tey koma heim aftur til húsa. Skomm at siga tað, men eg havi ongantíð fylgt nóg væl við í, hvat og hvussu nógv tey læra í skúlanum. Sjálvsagt finnast hoyvíksfólk, sum hava okkurt at finnast at einum so stórum skúla við so nógvum lærarum. Tey flestu av okkum eru í stórum væl nøgd. Gangi út frá, at flestu skúlar hava somu eyðkenni sum okkara Hoyvíkar Skúli. Hetta merkir eftir mínum tykki, at lærarar og skúli í stórum liva upp til ein sera týdningarmiklan part av teirra arbeiðssetningi, nevniliga at børnini trívast og kenna seg væl í skúlanum. Frá mínum uppvøkstri minnist eg væl, at tað var munandi tyngri at ganga frá okkara húsum oman brekkuna í skúla enn at ganga niðan brekkuna úr skúlanum aftur til húsa.
Pisakanningin
vísir neyvan, hvussu nøgd børnini eru við skúlan. Tá skúlabørnini eru nøgd og góð við skúlan og lærarnar, tá meti eg sjálvt grundstøðið ella “fundamentið” undir einum fólkaskúla at vera í lagi. Men tað er sjálvandi ikki nóg mikið. Vit hava ein frálíkan fólkaskúla, við bert einum breki – einum álvarsomum breki. Pisakanningin vísir týðuliga, at føroyski fólkaskúlin ikki er førur fyri at veita frálæru – í hvussu so er ikki nóg góða. Og tað mugu vit gera nakað munagott við. Ikki í 2015 men beinan vegin.
Hvør hevur ábyrgdina
av at nærum øll onnur børn í heiminum, burtusæð frá Mexico, læra meira enn okkara børn. Var eitt sindur vónsvikin av lærarastættini, tá hon, møguliga eisini í sjokki, fór alment fram og átók sær ábyrgd av úrslitinum av Pisakanningini. Tað kom fyri, at vánaligir skiparar royndu at skáka sær undan ábyrgdini av einum bummtúri við skuldsetingum um vánaliga manning. Tað hjálpti lítið. Men at manningin sjálv átekur sær ábyrgdina av skeivari kós og tørvandi útgerð og har av vánaligum útsliti í fólkaskúlanum - tað er heilt burtur við. Allir føroyingar vita, at skilaloysi á brúnni skapar skilaloysi bæði á dekkinum og undir dekkinum.
Hvat skal til fyri at bøta um?
Vit skulu hava betri umstøður og undirvísing fyri læraranæmingar og virkandi lærarar. Hetta er ein spurningur fyri leiðsluna oman fyri læraraskúlan og fyri skúlan sjálvan at loysa - onki annað. Vit skulu útvega fólkaskúlanum mannagongdir, undirvísingaramboð og undirvísingartilfar. Mentamálaráðharrin og Mentamálanevnd Løgtingsins mugu purrast út, ongantíð ov skjótt. Skúlaumsitingin skal hava greið krøv um, hvørjar ábøtur skulu gerast. Krøvini skulu samskipast og lætast skúlum og lærarum. Fíggjarmálaráharri og Fíggjarnevnd Løgtingsins skulu hava at vita hvat tað kostar, og peningurin skal játtast beinan vegin.
Sjálvandi hava vit peningin tøkan
Yvir nøkur heilt fá ár senda vit meira enn tvey túsind milliónir føroyskar krónur í reiðum peningi aftur í høvdið á dønum. Danmark er upp á seg fíggjarliga sterkasta land í Europa. Hesin peningur var upprunaliga ætlaður til at okkara skúlaverk, heilsuverk og sosiala øki skuldu vera á hædd – ikki við Mexico men – við okkara grannalond. Tí kann tað undir ongum umstøðum góðtakast, at vit nú aftan á stórfingnu gávurnar til Danmarkar ikki hava ráð til at lyfta okkara skúlastøði upp um Mexico, og eisini nógv onnur lond.
Ein munurin á okkum og dønum
Seinastu nógvu árini hevur tú nærum hvønn morgun á flogvøllinum í Kastrup umframt vinnulívsmenn sæð danskar ráðharrar, departementsstjórar, fulltrúar v.fl. skunda sær til Brússel, Luxemburg og aðrar stórbýir fyri við góðum og illum at útvega pening og onnur virðir frá hinum londunum til Danmarkar. Okkara politikkarar sita á “sínum flata dyntli” og senda eftir stuttari tíð meira enn tvey túsind millónir føroyskar krónur í reiðum peningi til Danmarkar. Veit væl at eitt alt størri tal av føroyingum ber fram, at tann blokkur, sum vit hava fullan rætt til, er skaðiligur fyri Føroyar. Summir av teimum eru rímuliga normalir á at líta - summir hava enntá gingið á og staðið royndir frá hægri háskúlum.
Tað er ófatuligt
fyri mín lítla heila, at tað skal vera skaðiligt fyri Føroyar at nýta pening til eitt hart rakt skúlaverk (mannagongdir, undirvísingaramboð og –tilfar), til tey gomlu og veiku (t. d. hjálpitól av ymiskum slagi) ella til heilsuverkið (t. d. elstu sengurnar úti á Landssjúkrahúsinum – upp aftur eldri enn undrivísingartilfarið í fólkaskúlanum) heldur enn at senda peningin til Danmarkar, sum ikki hevur brúk fyri hjálp.
Tað er okkara skylda at tryggja
at størsta peningarán í Føroya søgu í minst møguligan mun gongur út yvir okkara skúlanæmingar, okkara sjúku og tey veikastu í okkara samfelag.
Vit eiga øll
at hava okkara áskoðan á nakað so týdningarmikið sum føroyska fólkaskúlan. Eg havi mína áskoðan á okkurt ítøkiligt sum eigur at vera gjørt beinan vegin. Meira um tað seinni.
PE











